Góð ráð til pápar

Nýggj donsk bók er komin á marknaðin, sum eitur 10 råd til nybagte fædre. Undirheitið er: Sådan får du hurtigt kontakt til dine børn. Tað er Tore Wangeler, ið hevur skrivað. Hann eigur tvey børn, og endamálið hjá honum við at skriva hesa bókina er skjótast gjørligt at yvirhála mammuna, tá ið tað ræður um tætt samband við barnið.

Høvundurin hevur bert verið pápi í trý ár, men frá arbeiði sínum sum leiðari hevur hann evnini til at seta royndirnar í bás. Í bókini kókað niður til tíggju ráð.