Navnframi rennarin úr Klaksvík, Jonhard Larsen, hevur góð ráð til tey, sum ynskja at byrja at renna, men ikki ordiliga vita, hvussu tey skulu gera fyri at koma í gongd.
-Eg vil bara eggja øllum, at fáa sær fatur á renniskónum, og at fara út at renna. Eingin sigur tú skal renna so langt at byrja við. Best er at byrja spakuliga við at annaðhvørt ganga og smárenna. Eisini er týdningarmikið at vera tolin og at blíva við, tí so skal tú nokk merkja framgongd. Renning er balsam fyri likam og sál, sigur Jonhard Larsen.
-Besta uppskrift eg kann koma við er at lurta eftir kroppinum. Skaðar koma sum oftast av, at tú vilt meira enn kroppurin kann. Tolsemi er sera tíðandi partur í allari venjing. Tað ræður um at hava tol fyri at koma í form. Tað seiga trekki lønar seg, sigur hann.
-Hugsa tær støðuna, har tú situr í sofuni, hugsar um at fara í brúsu, og ikki eingongd sveittar. Síðani útsetur tú tað eina løtu, tí tú líka skalt síggja eina sjónvarpssending. Tað endar kanska við, at brúsan verður útsett til í morgin. Hví ikki heldur í renniskógvarnar, tríggjar kilometrar renni og gongutúr, so í eitt vælfortjent brúsubað, spyr hann.
Les eisini: Hesaferð renni eg úr Havn til Klaksvíkar og Rann sítt besta 1/2 maraton í Dubai
Myndin er tilvildarlig