Gøran Persson á vitjan í Føroyum

Tann 17. august kemur svenski forsætisráðharrin Gøran Persson á vitjan í Føroyum. Føroysk vinnulívsfólk fara at bjóða Persson at síggja føroyska fiskaframleiðslu og at kunna seg um útflutningin

 
Svøríki og Føroyar hava nógv handilssamstarv. Vit keypa fyri eini 300 mio. krónur úr Svøríki og vit útflyta fyri eini 60 mio. krónur árilga í fiskavørum. S/PF Baldur, Tavan, Kósin og Norfra samstarva um útflutning til Svøríkis og ein samstarvfelagi er kenda felagið ABBA Seafood.
Tá nevndu útflytarar frættu, at Gøran Persson kom til Føroya, settu tey seg í samband við Løgmansskrivstovuna og spurdu, hvørt tað var gjørligt, at Gøran Persson kom á vitjan í Klaksvík, fyri at kunna seg um føroyskan fiskaútflutning og eisini tann týdning, tað hevur, at ein forsætisráðharri fyri eitt keyparaland vitjat framleiðarar. Hetta varð játtað og skráin fyri vitjanina í Klaksvík er henda:
17 August; Gøran Persson til Vágar. Hann og fylgi fara til Klaksvikar við Silju. Kl 18.00 verður hann mottikin uttanfyri KÓSINA av Jóhannu á Bergi, sølustjóri hjá KOSIN SEAFOOD. Johan Mortensen, BALDUR, Jógvan Høj, Norðfra og Ingvar Joensen frá Tavuni.
 
 Inni á Kósini fer Jóhanna á Bergi at hava eina framløgu um føroyskar fiskivinnu og vinnulív yvirhøvur.
 
Kl 19.20 verða Løgmaður og Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vertar við ein døgurða í Skálanum fyri umleið 80 gestum. Borðrreitt verður við føroyskum fiski og føroyskum øli frá Restorffs og Føroya Bjór.