Góð roynd, Høgni, men tú er avdúkaður

Ikki allastaðni í heiminum sita grannar væl um sátt. Vit hava sæð dømi um hetta t.d. á Kypros, í Jerusalem, í Johannesburg, í Belfast og nógva aðra staðir runt um í heiminum. Og sjálvt um stríðið kanska eina tíð kann tykjast vera niðurlagt, so skal so ótrúliga lítið til, fyrr enn alt aftur stendur í ljósum loga. Tað kann bert vera talan um eina lítla provokatión, sum síðan fær øll sinnini aftur í kók. Og tíverri síggja vit eisini, at ávísir bólkar, sum ikki trívast við friðin, teir festa í aftur við fríum vilja.

Føroyingar hava av landafrøðiligum ávum onga veruligar nærar grannar, sum dagliga kunna minna okkum á, at vit ikki eru einsamallir í verðini. Danir eru hin vegin okkara politisku grannar, hóast einir 1500 km. eru í frástøðu millum londini.

Ikki altíð hava føroyingar og donsku grannar okkara sitið so væl um sátt og langt frá tí. Óneyðugt er at fara øldir aftur í tíðina, tí vit hava feskastu dømini her í byrjanini av 90´unum, har stríðið mangan var sera harðligt millum partarnar. Men so við og við legði stríðið seg, vit fingu meira normal viðurskifti millum londini, og vit fingu avgreitt nøkur mál, sum júst høvdu medvirkað til spentu viðurskiftini.

Og nú hevur friður valdað í eina tíð, men knappliga bendir mangt á, at menn nú við beráddum huga aftur eru í ferð við at festa í aftur. Og samanbrestirnir eru eitt endamál í sær sjálvum.

Seinastu tíðina hava vit havt ikki færri enn fýra samanbrestir millum føroyskar og danskar myndugleikar:


? Fiskivinnusamstarvið millum Føroyar - Ísland - Grønland

? Sáttmálin um landspartamál

? Brævið til ST

? Brævið til aðalskrivaran í Nato


Hóast málini eru ymisk í innihaldi, so er tað týðiligt at felagsnevnarin er, at landsstýrið og stjórnin duga ikki einfælt samráðingarlag. Eg eri sannførdur um, at í hvørfall hesi seinastu, men allarhelst øll kundu verið loyst uttan nakran sum helst trupulleika, høvdu partarnir tosað eitt sindur saman.

Men loysnin av málunum við ST og Nato hevði ikki nakað endamál fyri landsstýrið, tað var als ikki hetta, málið snúði seg um.

Fyri meg at síggja er strategiin hjá Tjóðveldisflokkinum og Høgni Hoydal púra greið. Fáa vit ikki fullveldið við samráðingum, so skulu vit í minsta lagi syrgja fyri, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark gerast so út av lagi vánalig, at antin síggja føroyingar onga aðra loysn enn loysing, ella kanska loysa danir frá okkum. So ein skipa loysing antin so ella so.

Við hesi strategi leggur so Høgni Hoydal til brots. Íðin, sum hann er, og við vælvaldum orðum fær hann skjótt løgmann linan í kongunum, og so er bara at fara til verka.

Løgmaður, ein hentur stavnamaður hjá tjóðveldismonnum, letur seg brúka ella rættari misbrúka, og við báðum beinum er hann lopin í felluna og heldur enntá aftaná, at hann sjálvur hevur funnið upp á alt hetta. Og sum um tað ikki var nóg mikið, so eydnast eisini tjóðveldismonnum at fáa danska uttanríkiráðharran at spæla við og geva landsstýrinum júst tey svar og tey brøv, sum landsstýrið innast inni gjarna vil hava til seinni brúk.

Høgni Hoydal hevur tilvitað, men við duldum motivum sett henda sjónleik í verk, tí nú vil hann hava eina nýggja orrustu millum londini. Nú er einki bankamál, so hvat er annað til ráðar at taka. Við beráddum huga hevur hann saman við góðum ráðgevum sínum sett henda leikin upp, sum hevur eittans endamál, og tað er at fáa samanbrestir. Har man í Belfasr brúkar bensinmumbur, so brúkar landssstýrið ístaðin ein góðtrúnan løgmann og embætisfólk til at senda brøv í eystur og vest, sum ikki hava annað til endamáls enn, at vit fáa nakrar samanbrestir við donsku stjórnina.

Og Gud hjálpi mær, so situr hinumegin borðið ein líka góðtrúgvin uttanríkisráðharri, sum eisini letur seg draga upp á tráð, og so kann leiktjaldið dragast frá, og sjónleikurin kann byrja.

Eitt nøktandi svar frá ST ella ein fundur við Nato-aðalskrivaran hevði verið ein strika í rokningini hjá Høgna. Hann fekk júst tað, hann vildi hava - samanbrestir.

Ein dugnalig roynd Høgni, men hon er avdúkað.


Jóannes Eidesgard