Gøtumenn komu undan vikuskiftinum aftur úr Ungarn við størsta tapinum, sum nakað føroyskt lið hevur lagt rygg til í føroysku Europa Cup søguni, ið gongur aftur til 1992.
Og gøtumenn dylja ikki yvir, at teir taptu ov nógv. Ikki tí at MTK ikki var betra liðið. Hetta var tað ongantíð ivi um.
Dysturin myndaðist umleið soleiðis, sum fyrra uppgerðin á Svangaskarði myndaðist. Munurin var bara tann, at hesa ferð vóru ungverjarnir so nógv neyvari, tá teir royndu móti málinum.
GÍ møguleikar
Eitt 7-0 tap kann ongantíð geva ábendingar um, at talan var um spenning av nøkrum sum helst slagi, men alíkavæl var tað harmuligt, at tað ikki eydnaðist hjá GÍ at fáa mál. Frá ferðalagnum frætta vit, at møguleikarnir vóru til tað.
Støðan var framvegis 0-0, tá Pauli Jarnskor gjørdist leysur í aðrari samankomingini á fimm metrinum, men hann vildi leggja bóltin uppaftur betri til rættis, og so varð hann taklaður.
Møguleikin hjá Magna Jarnskor var uppaftur størri, og tað verður hildið næstan at vera ófatuligt, at hann ikki gav mál. Fyri púra opnum máli ? málverjin var yviri við annan stólpan ? sendi Magni Jarnskor skeivu megin handara stólpan, eftir at miðvallarfelagin Magni Jacobsen av baklinjuni hevði sent út frá.
GÍ veikleikar
Treyðugt so eru nógvir veikleikar, tá tapið er so stórt, sum tað var hjá GÍ í Budapest hóskvøldið. Men tað gjørdi tað ikki betri, at onkrir av lyklaspælarunum ikki kundu vera við, og at onkur annar noyddist at taka seg úr stríðnum.
Símun Petur Justinussen spældi ikki við, tí hann er plágaður av skaða í lærkrikanum, og Poul Ennigarð spældi heldur ikki við, tí hann var skaddur í einari tá.
Sámal Joensen stríddist á miðvøllinum í fyrra umfarinum, men so noyddist hann at taka seg burturúr. Fyri allar uttan dómaran var tað púra klárt, hví hann var skaddur.
Á Svangaskarði sást millum lítið og einki til Bela Illés, sum sigst vera dýrasti fótbóltsspælarin í Ungarn. Á heimavølli hevndi maðurin við tíggju talinum á rygginum seg bæði so og so. Minni dámligi mátin var, at hann sparkaði Sámal Joensen so mikið illa yvir tjúkkan, at landsliðsmaðurin ikki var førur fyri at spæla 2. hálvleik og heldur ikki var førur fyri at spæla í Klaksvík sunnudagin. Tað er eisini rættuliga óvist, um hann verður við móti Kekkia sunnudagin.
Bela Illés skoraði hesa ferð eitt mál ? til 4-0. Fleiri av málunum hjá MTK vóru væl spæld, og tvær ferðir spenti bólturin netið aftanfyri Sunvard Joensen út eftir langskot. Gøtumenn siga, at teir eru serliga harmir um, at tað skuldi eydnast hjá MTK at skjóta trý mál í 71., 73. og 76 minutti. Tað var ov lætt, halda teir.