Tað var tann tíð, tá ið Magni Jarnskor og Janus Rasmussen vóru profilar á tí nógv vinnandi GÍ-liðnum miðskeiðis í nítiárunum. GÍ hevði hesi árini eitt framúr gott lið, sum vann FM tríggjar ferðir á rað og spældi góðan og undirhaldandi fótbólt.
Janus Rasmussen var tann kontanti og nærlagdi verjuspælarin, og Magni Jarnskor var tann spruttandi miðvallarspælarin, sum bæði vann bóltar, skapti mál og skoraði.
Magni Jarnskor er framvegis við á besta liðnum hjá GÍ, og nú hevur hann ein øðrvísi leiklut sum verjuspælari, meðan tað eru nøkur ár síðani, at Janus Rasmussen gavst á besta liðnum hjá GÍ.
Teir báðir profilarnir á gullliðnum hjá GÍ eru nú eisini í øðrum og minst líka t!ðandi leiklutum í GÍ. Janus Rasmussen er tann n!ggi formaðurin í GÍ, og Magni Jarnskor er blivin ungdómsvenjari.
Magni samskipar alla ungdómsvenjingina hjá GÍ, og hann er eisini við í nógvum av tí praktiska arbeiðnum við børnum og ungum.
Seinastu árini hava vit ikki gjørt okkum nóg stóran ómak við venjingini av børnum og ungum. Ja, við hvørt hevur tað virkað, sum at alt hevur verið rættiliga tilvildarligt, og nóg gott skil hevur ikki verið í, sigur Magni Jarnskor.
Løtuvinningur at keypa spælarar
Ætlanin er, at tilvildarligu gongdin skal broytast, so at teir ungu spælararnir í GÍ fáa góða venjing og kunnu mennast til góðar vaksnar fótbóltsspælarar.
Tað nyttar ikki at líta á spælarar aðrastaðni frá, tí tað er bara ein løtuvinningur. Teir eru her í nøkur ár, og so eru teir burtur aftur. Ofta eru teir spælararnir heldur ikki stórvegis betur enn okkara egnu, sigur Magni Jarnskor.
Vit mugu hava fleiri av okkara egnu spælarum, sum veruliga føla nakað fyri felagnum og kunnu spæla við í nógv ár á besta liðnum. Vit skulu byggja á okkara besta lið á lokalar spælarar, tí tað roynist best í longdini, sigur hann.
Magni er sjálvur eitt gott umboð fyri hendan GÍ-andan, tí hann hevur spælt í GÍ síðani hann var blaðungur, og hann er framvegis virkin sum spælari á besta liðnum, hóast hann er komin væl upp í 30'ini.
Málið við ungdómsvenjingini er, at vit fáa ein ella tveir spælarar til besta liðið burtur úr hvørjum árgangi. Klára vit tað, so eru vit komin væl ávegis.
Sera stórur áhugi
Magni er farin undir sína uppgávu sum ungdómsvenjari í GÍ við góðum treysti. Hóast úrslitini hjá GÍ í bestu deildini seinastu árini ikki hava verið av teimum bestu, og GÍ í fjør var um reppið at flyta niður í næstbestu deildina, vilja børn og ung í Gøtu framvegis spæla fótbólt.
Áhugin fyri at spæla fótbólt er sera stórur. Vit hava fleiri gentulið, og tað eru fáir dreingir í Gøtu, sum ikki spæla fótbólt í GÍ. Onkrir hava ikki áhugan fyri tí, og tað er eisini í lagi, men teir flestu dreingirnir eru sera áhugaðir, og tað er hugaligt, sigur Magni.
Tann stóri áhugin fyri fótbóltinum er eitt gott grundarlag at byggja á.
Vit merkja eisini ein størri áhuga fyri ungdómsfótbóltinum í GÍ, eftir at vit hava sett okkum hægri mál við venjingini. Spælararnir eru spentir, og tað koma eisini spælarar úr øðrum bygdum til Gøtu at venja, sigur hann.
Ein lykin til betri venjing er útbúgving av venjarum, og GÍ hevur í vetur sent nógvar venjarar á skeið hjá FSF.
Vit hava tveir vaksnar venjarar til hvørt lið, og tað hevur verið stórur áhugi fyri at sleppa á venjaraskeið. Síðani vit líkasum settu út í kortið av n!ggjum, eru tað nógv fólk, sum vilja við í arbeiðnum. Hetta er alt eitt stórt framstig fyri GÍ, sigur Magni.
Bygdin er bakkur
Gøtufólk hava verið errin av avrikunum hjá GÍ í føroyskum fótbólti, og bygdarfólkið er framvegis sera spent um fótbóltin.
Vit fáa sera góðan stuðul til okkara arbeiði, og tað er hugaligt at merkja, at bygdin bakkar okkum upp í tí, sum vit fáast við, sigur Magni Jarnskor.
Úrslitini hjá GÍ seinnu árini standa ikki mát við tað, sum felagið avrikaði í 90'unum, men gøtumenn eru treiskir, og teir vilja hava gongd á besta liðið aftur. Í ár byggir liðið í stóran mun á lokalar spælarar, og soleiðis skal tað eisini verða í framtíðini.
Framtíðin í Gøtu er byrjað, og tveir av undangongumonnunum í GÍ eru fótbóltsspælarar, sum hava vunnið alt í føroyskum fótbólti og vita, hvat skal til fyri at náa toppinum.