G! skráin er klár

Byrta verður seinasta navnið á Gøtusandi í ár, og Nabiha steingir og sløkkir, tá ársins G! Festivalur verður hildin

Nú er tónleikaskráin fyri G! tøk, har ber tildømis at síggja, at Sister Sledge spæla á Sandinum leygarkvøld kl. 23.55 og at Nabiha fer á pall fríggjakvøld og at Byrta verður síðsta navn á Sandinum í ár, áðrenn leiðin gongur niðan til Mendoza, ið endar veitsluna á Spæliplássinum.

 

Við ikki færri enn fimm pallum og útivið 70 framførslum er G! skráin sera umfatandi í summar. Umframt 20 útlendsk nøvn verða næstan 50 ymisk føroysk nøvn frá Jákup Eli til Týr, frá Døgg Nónsgjógv til Orka og frá Lover Lover til Hamferð.

 

 

 

Skráin fyri festivalin er nú endaliga liðug, og hon sæst HER