GÍ slapp á talvuna

Símunn Petur Justinussen var høvuðsmaður, tá GÍ loksins slapp á stigatalvuna

 

GÍ-TB 3-3 (1-1)

2. deild


Tvørámenn høvdu ivaleyst vónað, at tað endiliga skuldi eydnast teimum at vinna, tá teir vitjaðu í Gøtu leygardagin. Undan hesum umfarinum var tað bert GÍ, sum hevði staðið seg verri enn tvørámenninir, og tí høvdu gestirnir eisini okkurt at hava vónina í.

Gøtumenn høvdu tó styrkt sær um liðið undan dystinum, tí hesa ferð sóust fleiri av spælarunum, sum fyri nøkrum árum síðani taldust millum hetjurnar á gullvinnandi GÍ-liðunum.


Rutinan avgerandi

Tað var tó TB, sum kom best frá byrjan, og eftir ein taman fyrra hálvleik, har liðini fingu eitt mál í part, kundu gestirnir í seinna hálvleiki leggja seg fram um við tveimum málum frá Zoran Mancic og Kaj Roest.

Høvdu teir nú roknað við einum sigri, høvdu tvørámenn gjørt rokning uttan vert, og serstakliga uttan Símun Petur Justinussen. Veteranurin gjørdi seinastu løtuna av dystinum bart, og við tveimum málum syrgdi hann fyri, at GÍ fekk fyrsta stigið á árinum.

Ein annars gøtumaður, sum eisini gjørdi um seg hendan dagin, var Anton Skoradal. Hann hevur ikki fingist serliga nógv við fótbóltin seinnu árini, men leygardagin sýndi hann, at fótbóltsheilin framvegis er av besta slag. Hóast hann ikki rann teir mongu kilometrarnar, so vann hann eina rúgvu av bóltum, og í flestum førum vórðu hesir spældir skilagott víðari.

Megnar GÍ eisini framyvir at hava hesar royndu leikarar á liðnum, er als ikki víst, at liðið fer at sita somikið tungt á botnsessinum, sum teir hava gjørt higartil. Hinvegin skal TB skjótt til at vísa nakað, um so er, at teir skulu sannføra um, at aldursforsetin í føroyskum fótbólti ikki skal fella fyri aldursmarkinum.


0-1: Vagnur Nolsø34

1-1: Páll Rói Poulsen

1-2: Zoran Manic br.

1-3: Kaj Roest

2-3: Símun Petur Justinussen

3-3: Símun Petur Justinussen