G! stjórin: Festivalurin er meir enn tónleikur

Tað er heildin, sum skal vera góð, áðrenn ein festivalur verður spennandi

Janus Rasmussen er stjóri fyri G! festivalin, og hann er sera væl nøgdur við skránna til ársins festival.

 

- Skráin í ár er eftir mínum tykki sera spennandi. Vit hava fingið fatur á nøkrum ótrúliga góðum og aktuellum nøvnum. Kanska Nephew er eitt kent navn í G! samanhangi, men teir hava júst givið fløgu út og spæla nógvar konsertir í Danmark, sigur Janus, ið er stjóri fyri G! festivalin á triðja sinni.

 

- Tey føroysku nøvnini standa onki aftan fyri tey útlendsku. Um eg skal taka eitt dømi, so má eg nevna gøtukvinnuna, Eivør, sum nýliga hevur givið fløgu út, ið hevur fingið serstakliga góð ummæli. Blandingin millum tey útlendsku og føroysku nøvnini er sera góð.

 

Eitt er tónleikur. Eitt annað er alt tað, sum er rundan um tónleikin.

 

- Eitt eyðkenni fyri G! festivalin øll árini hevur verið tey tilboð, sum festivalgestirnir hava kunnið notið umframt tónleikin. Hvørt ár royna vit at koma við onkrum nýggjum, og í ár er onki undantak, sigur Janus.

 

- Vit hava roynt at lagt okkum eftir tí føroysku nátturuni og at hava hana sum eitt gjøgnumgangandi tema. Eitt nú hava vit eitt saltfiskatiltak í ár líknandi laksatiltakinum í fjør. Somuleiðis hava vit eina matstovu í eini føroyskari slupp, har einasti møguleiki at vitja hana er við einum árabáti. Umframt hesi hava vit eina kirkju í hoyggjhúsi og VIP rúm í einum køsti.

 

Fyrireikingarnar hava sambært Janusi gingið sera væl.

 

- Teir stóru karmarnir eru komnir upp á pláss í øllum góðum. Nøkur smáting mangla enn at koma upp á pláss. Men samanumtikið gongur alt, sum tað skal, og verða vit væntandi liðug við fyrireikingarnar til tíðina, sigur G! stjórin at enda.