– G!-festivalurin setir Syðrugøtu og Eysturkommunu á heimskortið. Tí er onki at ivast í.
Per Martin Gregersen, borgar- stjóri í Eysturkommunu, er rætt- iliga avg jørdur, tá ið hann skal lýsa týdningin av festivalinum fyri kommununa og umhvørvið í komm- ununi.
– G! er nógv meira enn ein tónleikafestivalur. G! er so nógv annað, og eg haldi, vit kunnu siga, at dagarnar, tá ið festivalurin er og dagarnar rundan um, tá liggur okkurt gandakent yvir bygdunum í kommununi. Hetta er nakað, vit
gleða okkum til hvørt ár, sigur hann. Hópur av útlendskum tónleikar- um og fólk úr tónleikavinnuni vitja hvørt ár hendan serstaka festivalin. – Hann er ikki bert serstakur, men hann verður eisini hildin í heimsins nalva, Syðrugøtu, sigur
borgarstjórin.
Hann sigur eisini, at fyri tey
flestu í økinum er hetta tað sama, sum ólavsøkan er fyri tey í Havn.
– Kanska ikki á sama hátt, men her er mentan og nógv fólk, sum hittast ár eftir ár á sandinum í Syðrugøtu ella spáka millum allar gestirnar, dagarnar festivalurin er.
Borgarstjórin, sum fyrstu ferð fer at uppliva festivalin sum borgar- stjóri, fegnast um, at so at siga øll bygdin stendur handan festivalin.
Tað gevur onkrar trupulleikar í gerandisdegnum, men tey allar flestu taka tað við einum smíli.
Gjøgnum árini hevur kommunan verið sponsor í sambandi við G!, og er tað framvegis. Nakað av pengum verður latið, men kommunan og starvsfólk hjá kommununi gera eisini eitt stórt arbeiði undan og eftir festivalin.
– Eitt annað, sum vit síggja posi- tivt, er, at ítróttarfeløgini fáa ein
part av inntøkunum. Tey seta upp og eru vaktir fyri pengar, so ein stór- ur partur av inntøkunum fer til ung- dómin, sigur hann.
Mett hevur verið onkuntíð, at millum 7000 og 8000 fólk hava verið til festivalin, teir tríggjar dagarnar, hann er.
– So tað sigur seg sjálvt, at bæði kommunan og vinnan, kanska ser- liga ferðavinnan, fáa nógv aftur fyri tað arbeiðið og teir pengar, sum verða lagdir í festivalin, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu.