Góðtaka ikki at verða settir í síðstu røð

Suðuroy og restin av útjaðaranum eru heilt gloymd av landstýrinum í hesum fullveldistíðum.

 

Jonhard West

Tvøroyri



Suðuroy og restin av útjaðaranum eru heilt gloymd av landstýrinum í hesum fullveldistíðum. Tað verður bert hugsað um fullveldið og hvussu Føroya fólk skal lumpast til at atkvøða ja á atkvøðuni í mai.

Útjaðarin, ið eisini skuldi fáa ágóðan av oljuvinnini, er heilt gloymdur, og alt virksemi í sambandi við oljuvinnuna verður lagt í miðstaðarøkið. Øll lyftini um at okur eisini skuldu fáa nakað av virkseminum, vístu seg at vera nøkur tóm lyfti, ið okur vóru býtt nokk at trúgva uppá. Okur áttu at vitað, at tað fór at verða sum so vanligt, og at okur einki fóru at fáa. Meðan meir og meir verður lagt í miðstaðarøkið, verður enn lovað okkum ein part av virkseminum. Eg kundi hugsað mær at fingið at vita, hvat nú er eftir at leggja í Suðuroy og sum skapar nøkur arbeiðspláss, tí sum nú er hava tey, ið fara av oynni fyri at fáa sær eina útbúgving, ongan møguleika at flyta aftur í oynna eftir lokna útbúgving. Tað er á hesum øki, at okkurt má verða gjørt, um fólk framhaldandi skal hava møguleika at búgva í oynni.

Um úrtslitið av fólkaatkvøðuni í mai,verður eitt ja, so verður eingin sum helst møguleiki at verða búgvandi í Suðuroy, tí so fáa vit eingi nýggj arbeiðspláss suður, og fleiri av teimum fyritøkum, ið eru her suðuri, fara á húsagang. Í einum føroyskum fullveldi verður oyggin avtoftað, tí einasta staðið, ið kemur at klára seg ?hampuliga?, verður miðstaðarøkið.

Tí fari eg nú at taka undir við Finnleifi Guttesen um at tað hevði verið uppá sítt pláss, at tað á atkvøðuseðlunum í Suðuroy var ein annar møguleiki at velja, og hann skuldi verið, at um føroyingar atkvøða ja fyri fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, so skulu suðringar kunna velja, um okur frammhaldandi vilja verða ein partur av Føroyum, ella um okur vilja loysa frá restini av Føroyum.

Um úrslitið av fólka atkvøðuni verður eitt nei, so muga allir Suðringar standa saman fyri at menna oynna og vísa, at okur ikki góðtaka at verða settir í síðstu røð.