G! Festivalurin hevur eitt nýtt tjaldingarpláss at bjóða teimum vitjandi, ið ætla at búgva í tjaldi. Í ár vera tjaldingargestirnir vístir á eitt øki beint niðanfyri Landsvegin omanfyri Syðrugøtu.
Hesum boðar G! frá á heimasíðu síni, og har verður eisini sagt frá, at tað hevur gingið so avbera væl við søluni av atgongumerkjum til tjaldingarøkið, at sølan er fyribils steðgað, og steðgurin stendur við, til fyrireikararnir vita, um rúm er fyri fleiri tjaldingargestum.