GÍ-B71 5-3 (1-1)
Tað vóru tvey lið, har umfatandi broytingar vóru framdar, sum fóru á vøllin í Sarpisgerði sunnudagin.
Hjá gestunum stóð kanska ringast til. Vanliga tryggi aftasti skansin, Waldemar Nowicki, er framvegis ikki komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk móti VB fyri viku síðani, og tí mátti Hendrik Juul verja málið.
Í sama dysti fingu bæði Eli Hentze og Jógvan Jón Petersen gult kort frá dómaranum, soleiðis at teir heldur ikki kundu teljast við hjá venjaranum, og endiliga gjørdist Jón Brekku eisini sjúkur beint undan dystinum. Fýra menn, sum vanliga teljast millum teir fyrstu ellivu vóru sostatt ikki tøkir, at talan varð um broytingar, er einki at siga til.
Ungt GÍ lið
Eisini teir á heimaliðnum høvdu saðla eitt sindur um í mun til undanfarnu dystirnar. Royndir leikarar, so sum Jóan Pauli Olsen og Pauli Jarnskor, fingu høvi at hvíla seg, soleiðis at aðrar og yngru kreftir sluppu at royna seg.
Miðalaldurin á GÍ mundi tí vera nakað væl lægri enn hann vanliga er, og av teimum meira royndu gøtumonnunum, vóru tað bert Magni og Henning Jarnskor, sum vóru á vøllinum.
Onkrir av ungu gøtumonnunum hava tó eisini verið upp á tal til landsliðið av og á, og ein av hesum, Poul Ennigarð, setti eisini hol á tíðliga í dystinum. Hetta hendi eftir hornaspark, har Poul at kalla rann seg inn í bóltin.
Støðan helt sær til hálvleikurin var um at vera liðugt spældur. Tá javnaði Bjørn Thorsteinsson fyri B71, eftir horna og eitt sindur av aftur og fram.
Aftur og fram
Helst høvdu sandoyingar ætla at verja eina stigið, tá teir fóru á vøllin til seinna hálvleik. At byrja við gekst eisini væl í so máta, og tað var um reppið, at Jákup Lamhauge fekk lagt teir á odda, tá hann gjørdist leysur í málteiginum.
Hann heilkiksaði tó møguleikan, og løtu seinni lá bólturin ístaðin í sandoyarmálinum, eftir Hans Pauli Petersen var fyrstur á frísparksinnleggi.
Um hálvan hálvleikin økti GÍ leiðsluna upp í tvey mál, tá Óli Hansen varð spældur leysur eftir eitt skjótt tikið fríspark. Sandoyingar bíðaðu eftir, at bólturin skuldi rullast nakað aftur, áðrenn frísparkið varð tikið, men dómarin tagdi, tá Óli varð sendir avstað.
Hetta tók líka sum mótið frá sandoyingum, og tá Óli nakað seinni økti upp í 4-1, eftir at verjuspælari hevði drálað við bóltinum, tóktist eingin ivi at vera um, hvør skuldi ogna sær stigini.
Sandoyingar megnaðu tó at skapa nakað av spenningi í aftur dystin, tá teir innan fyri fimm minuttir sendu tveir bóltar í gøtumálið.
Fyrst varð Julian Florescu spældir leysur, so hann kundi smekka bóltin fram við málverjanum, og síðani skeyt Símun Hansen eitt vakurt mál, tá hann langaði bóltin flatt í handara málhorn, eftir at Michael Jørgensen slapp fram við Bartal Eliasen, áðrenn hann legði út frá.
Í eini seinastu roynd at javna, tveittu sandoyingar nú alt fólkið fram, og so kundi gøtumenn gera sær dælt av væntandi nærlagni í verjupartinum, soleiðis at Súni Olsen við handaru stong kundi stúta bóltin í kassan.
GÍ er á veg
Ósigurin merkti fyri sandoyingar, at teir framhaldandi eru í júst somu støðu á stigatalvuni, tó at teir saman við vágamonnum og sumbingum nú eru enn meira isoleraðir í dystinum um at sleppa undan niðurflyting.
Fyri gøtumenn viðførdi sigurin tó, at teir umsíður aftur kunnu hóma heiðursmerkini, sum teir annars hava verið langt burtur frá higartil í kappingarárinum. Vanliga hevur tað verið soleiðis, at GÍ hevur havt eina sera góða seinnu hálvu, og megna teir rættuliga at seta ferð á nú, eru heiðursmerkini kanska ikki heilt so veruleikafjar.
Í fyrstu atløgu krevur hetta tó ein sigur, tá komandi vikuskifti skulu á vitjan í Klaksvík. Hetta líkist einum dysti, her annað liðið verður sett út á síðuspor, og kenna vit gøtumenn rætt, fara teir at gera alt, til tess at tryggja, at tað ikki vera teir, sum verða við sviðið soð, tá hesin dystur er leiktur á tamb.
GÍ-B71 5-3 (1-1)
1-0: Poul Ennigarð 2
1-1: Bjørn Thorsteinsson 40
2-1: Hans Pauli Petersen 53
3-1: Óli Hansen 66
4-1: Óli Hansen 72
4-2: Julian Florescu 76
4-3: Símun Hansen 80
5-3: Súni Olsen 90
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Poul Henning Jacobsen, Helgi L. Petersen, Magni Jarnskor, Súni Olsen, Henning Jarnskor ? Hans Pauli Petersen, Óli Hansen
B71:
Hendrik Juul ? Bjørn Thorsteinsson, Bernhard Petersen, Bergleif Sólsker ? Høgni Hansen, Julian Florescu, Hans Jørgen Djurhuus, Kári Nielsen, Michael Jørgensen, Kristian Nielsen ? Alex Nielsenrt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.
Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.
Undirhaldandi
Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.
Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.
Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.
Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.
Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.
HB-NSÍ 2-5 (1-2)
1-0: Pætur Dahl 5.
1-1: Dánjal Hansen 30.
1-2: Sjúrður Jacobsen 44.
2-2: Bárður Mortansson 51.
2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.
2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.
2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
NSÍ:
Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen