Bjarki Mohr
formaður í Kappingarnevndini
Nú neyðugu fyrireikingarnar eru gjørdar til at fara undir eitt nýtt kappingarár í føroyskum fótbólti - í broyttum líki - hava einstakir fótbóltsáhugaðir gjørt viðmerkingar til ætlaðu broytingarnarnar í landskappingini.
Í fyrstu vikuni av nýggja árinum gevur Petur Simonsen í bløðunum sítt íkast til kjaki um eina broytta landskapping undir heitinum "Tvey fram og eitt aftur Ð- ella ??", og seinni í vikuni gevur eisini Finnur Helmsdal, í Oyggjatíðindi, sína áskoðan til kennar.
Tað er kærkomið, at fólk við stórum áhuga fyri fótbóltinum, geva sítt íkast til kjaki, tí á henda hátt er betur møguleiki fyri at fáa víðka um sjónarringin, samstundis sum vit í varða av, betur koma at kenna fleiri áskoðanirnar. Soleiðis sum eg lesi blaðgreinarnar, er stórur munur á hvørja áskoðan Petur Simonsen og Finnur Helmsdal hava til málið.
Finnur Helmsdal hevur ongantíð fjalt, at hann er talsmaður fyri at skerja talið av liðum í fremstu deildini. Hóast hann ikki tykist heilt nøgdur við tær ætlanir FSF hevur fyri 2005 á økinum, er hansara niðurstøða Ð- í stórum Ð- at broytingarnar eru til tað betra, og at tær koma at viðføra, at talið á liðum í fremstu deildini til seinast enda við at vera millum 6 og 8 lið, og so gerst ikki við, um veðurin hagar verður heldur longur.
Eg fari ikki á hesum sinni, at leggja meg út í kjaki, hvørs tað skulu vera 6, 8 ella 10 lið í fremstu deildini. Hesin spurningur er mangan umrøddur, men hevur higartil ikki fingið undirtøku millum feløgini, hóast hann framvegis er áhugaverdur.
Petur Simonsen, ið eisini hevur áralangar royndir í fótbólti, sigur millum annað í grein sínari, at hann kennir seg ótryggan við at skunda eitt tílíkt mál ígjøgnum, honum vitandi, uttan nakra "breiða" viðgerð í føroyska fótbóltsheiminum. Hann mælir eisini til, at ein arbeiðsbólkur verur settur at evna til eitt álit, ið inniheldur mest týðandi økini, og sum síðani støða kann takast til komandi árini.
Gamaní kundu vit sett ein arbeiðsbólk at arbeitt víðari við málinum, og sum síðani kundi latið eitt álit av hondum til støðutakan, tað hevði neyvan gjørt tilgongdina verri. Men, eg verið tó noyddur at siga, at talan er ikki um nakað nýtt mál. Fremstu venjarar og leikarar okkara hava tosa um júst hesar broytingar í fleiri ár.
Limirnir í Kappingarnevndini hjá Fótbóltsambandinum hava nýtt nógva tíð at viðgera júst ætlaðu broytingarnar, sjálvsagt við tí endamálið at hækka støðið á føroyskum fótbólti.
Allir teir yvaspurningar - ið Petur Simonsen nevnir, og sum eru sera viðkomandi - hava verið umrøddir. Eftir drúgva viðgerð er nevndin samd um at fara lagaliga til verka, soleiðis at feløg og leikarar hava góðan møguleika at tillaga seg broytingarnar.
At feløgini eru tilreiðar at taka ímóti hesum broytingum, kom týðiliga til sjóndar á árliga fundinum beint eftir kappingarlok. Tað varð, og er, mín greiða fatan, at flest allir í góðu sína áskoðan til kennar, vóru samdir um, at tað er neyðugt at fremja broytingar, skulu vit menna okkum leikliga framyvir.
Tankin um at byrja kappingina í august og leika út í oktober er eisini áhugaverdur, og eri eg samdur við Petur Simonsen í, at hesin leistur hóskar seg betur til evropeisku luttøkuna og dagsformin hjá liðunum. Vit hava tó Ð- tilvita - valt, ikki at fremja eina so víðgongda broyting í fyrstu atløgu, men heldur fara undir eina meira lagaliga tilgongd.
Limirnir í Kappingarnevndini, saman við umsitingini hjá Fótbóltsambandinum, eru í ferð við at leggja kappingarskránna fyri komandi ár tilrættis. Tá henda er liðug, vónandi innan komandi tvær vikurnar, verður hon send feløgunum til ummælis.
Tað at vit nú leingja kappingina viðførir sjálvsagt at vit mugu endurskoða skipanina við leikbanni. Kappingarnevndin hevur tilevna uppskot um at leingja talið av kortum tilsvarandi longdu kappingini.
Eg havi seinastu tíðina, afturvendandi, hoyrt útsagnir um, at ætlaðu broytingarnar, av landskappingini, skulu góðkennast av aðalfundinum hjá Fótbóltsambandi Føroya í februar 2005. Her havi eg hug at knýta nakrar viðmerkingar til útsagnirnar.
Aðalfundurin velur limir-nar í nevndina fyri Fótbóltsamband Føroya. Gera valdu limirnir ikki sítt arbeiðið til lýtar, kunnu teir skiftast út annað hvørt ár. Herumframt skal ein aðalfundur góðkenna lógarbroytingar, ið knýta seg at virkseminum hjá Fótbólt-sambandinum.
Men at taka sær av, at tilrættisleggja kappingarskipanina, umframt umsitingar-liga partin annars, hava valdu nevndarlimirnir fulla ábyrgd av, og tilsvarandi heimild til, at fremja í verki. Og sjálvsagt skal nevndin arbeiða við, og fremja broytingar, ið vit trúgva uppá kann menna føroyskan fótbólt sum heild. Talan er ikki um nakra lógarbroyting á økinum.
Tá talan hinvegin er um at gera broytingar í skipanini við leikbanni, skulu hesar leggjast fyri aðalfundin til støðutakan, og tað vera tær sjálvsagt eisini, sambært galdandi mannagongdum.
Eg eri sannførdur um, at tíðin er búgvin til ætlaðu broytingarnar. Gamaní kunnu vit halda áfram við at tosa um, at gera broytingar Ð- og tað skulu vit eisini Ð- men bert at tosa, og skriva álit, flytir okkum ikki framá. Skulu vit menna føroyskan fótbólt, mugu vit seta gerð aftan orðini. Tástani kunnu vit staðfesta, hvørs vit eru á rættari leið, ella vit eru noyddir at saðla um.
Við vón um eitt ítróttarligt gott 2005.