Gøtubúgvar glaðir fyri G!

Gøtu Kommuna stuðlar G!-festivalinum við 100.000 krónum. Tað er eitt lítið sats, men formaðurin í mentunarnevndini í Gøtu kommunu er ógvuliga positiv

G!-FESTIVAL
Rógvi Borðoy
 
Bara fríbillettirnar, sum gøtubúgvar hava fingið frá tónleikasamtakinum Grót eru meir enn 230.000 krónur verdar, so har er longu lønsemi. Tað sigur Sigvør Laksá, formaður í mentunarnevndini hjá Gøtu kommunu. Og har er nógv aftrat, sum kann koma kommunui til góðar, um G!-festivalurin gerst væleydnaður. Men hon minnir á, at tað er ringt at úttala seg, áðrenn alt er yvirstaðið.
-Fyrst og fremst setur tað Gøtu á landakortið. Harafturat er tað motiverandi fyri ungdómin í bygdini, sigur Sigvør Laksá.
Og tað er nakað um tað. Í sambandi við festivalin verða umleið 120 ungfólk biðin at leggja nakrar arbeiðstímar, samstundis sum 30 fólk hava verið við í fyrireikingunum leingi.
-Tað er umráðandi at seta fokus á ungdómin, frítíðarvirksemið og Grót. Vanligt eru vit heldur trek at stuðla slíkum tiltøkum, men hetta hugskotið var so mikið gott og serligt, at vit valdu at geva teimum okkara stuðul sigur Sigvør Laksá.
Hon metir, at tað eru nógv onnur, ið fáa nakað burtur úr at G!-festivalurin verður hildin. GÍ, Skeggjar, kórið, øll fáa nakað burturúr tiltakinum. Í øllum førum meir, enn um tað var eitt vanligt stevnutiltak.
 
Nakað serligt
Tað kann sigast, at G!-festivalurin er eitt heldur óvanligt stevnutiltak. Og Gøtu kommuna bjóðar hugskotinum vælkomið.
                             -G!-festivalurin ger okkara stevnu til nakað heilt serligt í mun til aðrar stevnur, sigur Sigvør Laksá.
Eg hevði einki havt ímóti, um Gøta gjørdist tónleikahøvuðstaður í Føroyum, leggur hon aftrat.
Hon væntar, at festivalurin fer at geva eitt størri samanhald í Gøtu. Væl at merkja, um tað eydnast væl. Tí tað veldst sjálvandi um, hvussu bygdin sær út mánadagin eftir festivalin. Um tað ikki er væl ruddað, kann tað geva trupulleikar, sigur hon, og minnir á, at trýstið liggur á fyrureikarunum at fáa alt avgreitt á ein nøktandi hátt.
                             Bæði borgarstjórin Halldóra Ranghamar og Sigvør Laksá í mentunarnevndini siga, at Gøtu kommuna fær nakað burturúr ferðavinnuni í framtíðini, um G!-festivalurin eydnast væl.
                             -Fyri ferðavinnuna í Gøtu og í restini av Føroyum kemur G!-festivalurin at hava stóran týdning. Hon fær nógvar møguleikar at mennast, um alt gongur, sum tað skal, sigur Sigvør Laksá.
 
Tey eldru eru við
Beint við Gøtusand, har konsertirnar skula haldast, liggur eitt ellisheim. Vanliga dámar teimum eldru ikki væl harðan tónleik, men í hesum førinum hevur tað ikki givið nakað slag av trupulleikum. Borgarstjórin í Gøtu kommunu, Halldóra Ranghamar sigur, at tað kanska heldur er hin vegin, at teimum dámar væl tiltakið.
                             -Í fjør vóru fleiri eldri fólk á sandinum og lurtaðu eftir tónleiki eina løtu. Og alt tiltakið er jú liðugt longu á midnátt, so tað er ikki ein trupulleiki, sigur Halldóra Ranghamar.
                             Sigvør Laksá greiðir frá, at fleiri eldri fólk beinleiðis hjálpa fyrireikarunum at fáa tiltakið uppá føtur. Til dømis býr norski bólkurin Xploding Plastix hjá einari 72 ára gamlari konu í Gøtu.
 
Tónleikaliga ríkari
Sigvør Laksá heldur, at G!-festivalurin kann geva borgarum í Gøtu møguleikan at vinna sær nakrar krónur burtur úr festivalinum. Til dømis nevnir hon Jonnu Jacobsen, sum hevur málað eina rúgvu av postalínu við merkinum hjá G!. Tøting kann eisini selja nakað meir enn vanligt, og hon vónar eisini, at onkur gøtubúgvin tekur stig til at opna eina matstovu ella eitt gistingarhús.
                             -Tað er ringt at fáa eina matstovu at hanga saman fíggjarliga, um tað bert ber til at selja nakað tríggjar dagar um árið, men kanska kann G!-festivalurin geva fólki hug til at seta okkurt líknandi í verk, sigur Sigvør Laksá.
Halldóra Ranghamar, borgarstjóri, roknar ikki við, at Gøtu kommuna fær serliga nógv burturúr fíggjarliga.
                             -Men vit gerast tónleikaliga ríkari, sigur hon.