Orð og Myndir
Jonhard Hammer
Vælnøgdur bygda-
ráðsformaður
Jógvan Gregersen, sum er bygdaráðsformaður, er sera væl nøgdur við barnagarðin. Hetta er ein ætlan, sum vit hava arbeitt leingi við. Tað eru seks ár síðani, vit fóru undir fyrireikingar arbeiðið til henda barnagarðin. Tað er ikki byggingin, sum hevur tikið langa tí, men tann politiska prosessin hevur tikið næstan seks ár, sigur Jógvan Gregersen.
Tað var í 1997, at bygdarráðið valdi at fara undir byggingina. Elias Hansen, byggifrøðingur, varð settur at projektera barnagarðin. Hann kostar 2,5 milliónir, sum hann stendur í dag. Hetta er eitt sindur meira enn tað var projekterað. Grundin til, at hann bleiv eitt sindur dýrari er, at tað kom inflatión í byggivinnuna og kanska tí at bygdarráðið valdi at gera ein nýtímans stovn við øllum hentleikum til børnini, sigur Jógvan Gregersen. Ein onnur orsøk til at barnagarðurin gjørdist dýrari var, at bygdarráðið valdi at økja um barnatalið. Sum nú er, er pláss fyri 65 børnum í barnagarðinum, so vit halda, at vit hava fingið nógv fyri pengarnar, sigur Jógvan Gregersen og leggur aftrat, at hetta man verða ein tann bíligasti av sínum slag í Føroyum.
Flott handverk
Barnagarður í Gøtu er eitt flott handverk, og arbeiðið hevur gingið sera væl, sigur Jógvan Gregersen. Tað er Elias Hansen, sum hevur projekterað og havt eftirlit við byggingini. Svenn Olsen, byggimeistari úr Gøtu, hevur staðið fyri øllum arbeiðinum av Barnagarðinum.
Børnini á vitjan
Klokkan hálvgum sjey vórðu víngløsini og pinnamaturin sett til síðis. Og slikkipinnar, Pop Top og annað góðgæti var sett fram til børnini, sum komu at vitja. Hetta var ein stórur dagur hjá børninum í Gøtu. Barnagarðurin hevur allar teir hentleikar, ein kann ynskja sær, og so liggur hann eisini við skúlan, so ein kann brúka fimleikarhøllina og svimjihylin. Eitt annað, sum er sera týdningarmikið við einum barnagarði er fólkið, sum skal arbeiða har. Torgerð Hansen er sett sum leiðari. Hon hevur hollar royndir innaan barnagarðsarbeiði. Seinastu árini hevur hon verið leiðari á barnagarðnum í Fuglafirið.
Fólkatali í
Gøtu veksur
Í dag búgva 959 fólk í Gøtu Kommunu, og hetta er næstan líka nógv, sum tá ið tað búðu mest í kommununi, nevnliga 987 íbúgvar, sum var í 1990. Í 1995 búðu einans 859 íbúgvar í kommununi. Barnatalið í løtuni er: 0-3 ár 49 børn, 4-7 ár 52 børn og frá 8-10 ár eru 60 børn. Hesi tøl vísa á at burðartalið er í vøkstri aftur, og tað er ein fyritreyt fyri at hava eina góða samanseting av íbúgvarum í einari kommunu.