Um ikki so langa tíð verður nýggja sóttreinsiverkið hjá Gøtu Kommunu tikið í nýtslu.
Jógvan Gregersen, sigur, at tað eru krøv frá heilsumyndugleikunum og so tann veruleiki, at vatnið um heystið, ofta er ógvuliga skitið, sum ger, at kommunan nú hevur valt at fara undir hetta arbeiði.
? Samstundis hava vit eisini gjørt nýggjan vatnbrunn, sum tekur eini 800 tons, so nú eru tey viðurskiftini í lagið, sigur Jógvan.
Hann leggur afturat, at eitt sóttreinsiverk eisini verður sett upp í Syðrugøtu, og tá tað er gjørt, hevur kommunan brúkt uml. 2,5 mió. krónur til vatnverkið.
Tað her J. A. Smíð, sum hevur gjørt bygningin, Nomatek hevur gjørt sóttreinsiverkið og brunnurin er gjørdur við Gjógv