Fótbóltur
Hóast árið í fjør ikki gekk heilt so væl, sum sigursvandu gøtufólkini kundu hugsað sær, so megnaði liðið hóast alt at tryggja sær atgongd til Europa til komandi kappingarár. Og í fyrireikingunum til hetta, hevur felagið leitað sær styrk uttanífrá.
Fyrst og fremst tykist talan í ár at gerast um tveir leikarar. Seinasta tvey árini hevur tað verið Hallur Hansen, sum hevur vart GÍ-málið, men hann skal so í øllum førum rokna við harðari kapping um sessin komandi árið. GÍ hevur nevnliga gjørt avtalu við pólverska málverjen, Jacek Przybylsky, og sum skilst, so er her talan um ein leikara við drúgvum royndum. Í fjør var hann annar málverji hjá pólska stórfelagnum, Wislaw Krakow, og í ár hevur hann vart málið hjá øðrum felagi í bestu deildini, so lítið er at ivast í, at talan er um ein leikara við góðum evnum.
Hartil tykist tað mest sum víst, at vágbingurin, Símun Samuelsen, eisini fer at spæla við GÍ komandi árið. Símun hevur tey bæði seinnu árini talst millum fleiri av evnaríku unglingunum í Vági, sum hava trokað seg alsamt nærri besta liðnum. Nú er hann tó farin norðanfjørðs í útbúgvingarørindum, og tí verður tað í GÍ, at hann komandi árið skal royna at vinna sær spælitíð í bestu deildini.