Fótbóltur
Meira enn nakað annað, so fer dysturin í Gundadali týskvøldið at verða mintur fyri ófantaliga og til tíðir beinleiðis vandamikla spælið, sum gekk fyri seg á vøllinum. Á dómarablokkinum gav hetta 11 gul harav tvey vórðu konverterað til reyð og eitt beinleiðis reytt kort. Og hetta var nokk heldur ikki eitt tað einasta ov nógv. Um nakað, so kundi Eiler Rasmussen kanska havt lenað seg heilt upp at Valentin Ivanov. Russiska dómaranum, sum í HM 1/8-finaluni millum Portugal og Holland heðvi kortini úr lummanum 18 ferðir harav reytt fýra ferðir.
Vøkur mál
Á úrslitatalvuni stendur tó lítið um mongu kortini, sum fullu í dystinum. Hon staðfestir, at tey bæði liðini við javnleikinum týskvøldið at kalla spældu seg sjálvan út í kapprenningini eftir EB/Streymi. Og hóast báðir partar munnu iðra seg um tann veruleikan, so kundu gøtumenn uttan iva vera best nøgdir um javnleikin.
Tí tað tóktist fyrst og fremst vera hesum, sum GÍ var komið eftir. Talt eftir møguleikum, so skoraði GÍ upp á helst einasta veruliga av slagnum, tá Gunnar effektivt endaði sera vakurt kontra, eftir at GÍ hevði fangað B36 bólttap í uppspælinum.
Júst tann uppskriftin var fyri tað nógva tann, sum GÍ hevði lagt seg eftir, og longu tíðliga í dystinum stóð greitt, at tað var B36, sum skuldi verða spælstýrandi parturin í dystinum.
Tað gav eisini einstakar møguleikar til vertirnar, men bestu royndina átti tó Ásbjørn Gunnarson, tá hann úr 18 metrum sendi dundurskot á stólpan.
Á hálva tímanum glapp tó hjá B36. Fróði Benjaminsen spældi við bringuni til Sylla, sum dróg, bíðaði og slepti í júst røttu løtu, soleiðis at Bergur Midjord fekk sent bóltin í kassan.
Kortspælið
Málið tóktist geva B36 neyðuga friðin yvir spælið. Gøtumenn tóktust á ongan hátt vilja leypa framav, og tá B36 ikki hevði tann stóra tørvin á seta ferðina alt ov langt upp, gekk tað nógva nú fyri seg í gongutempo.
Tað kundi tað kanska gjørt seinastu 55 minuttirnar, um sinniliga javnvágin hjá spælarunum var í lagi, men tað var hon so langt ífrá.
Gøtumenn høvdu hug at spæla hart, og tað sluppu teir ikki at gera einsamallir. Herbert í Lon Jacobsen hevði longu lenað seg upp at seinna gula kortinum, tá hann stutt fyri hálvleik fekk hetta, eftir at hann hevði framt fríspark uppi á miðvøllinum.
GÍ hevði tí fyrimunin frá byrjan í seinna hálvleiki, og við útjavningini høvdu teir av álvara møguleikan at seta seg á dystin. Tí líktist tað eini fullkomnari heilabløðing, tá Hans Jørgen Djurhuus púrasta fyrilitarleyst í knæhædd kastaði seg inn í Berg Midjord, og reyða kortið frá dómarunum fekk eingin sett spurnartekin við. Og tað fingu tey fægstu, tá Sverri Jacobsen fáar minuttir seinni fekk sítt seinna gula kort. Hetta eftir at hann fleiri ferðir við báðum fótum fremst hevði roynt at stressa mótstøðuverjuna.
Trýstið bjargaði ikki vónini
Útvísingarnar gjørdu sjálvsagt, at B36 nú aftur fekk sett seg á dystin. Við at flyta bæði Alex og Fróða langt niðan á vøllin, megnaðu teir eisini at skapa eitt massivt trýst fyrstu 10 minuttirnar eftir seinna reyða GÍ-kortið. Hóast góðar royndir og møguleikar, so eydnaðist tó ikki at fáa neyðuga málið, og tá GÍ so líðandi megnaði at toga ferðina úr dystinum, gjørdist B36 sjáldan heilt so vandamikið aftur. Tí kundi illa mótmælast móti útskiftingunum, tá Sigfríður Clementsen at enda sendi frískar menn inn fyri Sylla og Obi. Og hóast serliga Sylla sýndi sína ónøgd um hetta við at renna beina leið í skiftingarrúmið, so var tó um reppið, at útskiftingin gav bonus. Í øllum førum mundi Sigurd Carlson iðra seg, tá hann í yvirtíðini hevði avgjørt størsta møguleikan at senda øll stigini til Havnar, men júst innkomin var hann ikki nóg kaldur, tá møguleikin beyðst.
Hevði B36 fingið øll stigini, so hevði FM-vónin ivaleyst verið størri, enn hon er tað í dag. Tað vildi hon væl eisini verið hjá GÍ, um teir tóku stigini, men á hvør sín hátt tveittu liðini sín møguleika burtur týsdagin. B36 við ikki at skora upp á sínar møguleikar, og GÍ við bókstaviliga at spæla kortini skeivt, tá teir høvdu trumfirnar í hondini.