Teir eru komnir nakað áleiðis við hesum arbeiðinum: Í Sørvági er hetta um at verða liðugt, og húsanummur eru komin á øll hús og allar bygningar í bygdini.
Í Bø eru uppskot til nøvn á vegum og gøtum klárt, og er ætlanin at fáa hesi góðkend hjá myndugleikunum, upplýsir borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen.
Hinvegin so fer tekniska nevndin hjá kommununi at skipa soleiðis fyri, at vegir og gøtur í Gásadali og í Mykinesi somuleiðis fara at fáa nøvn.