Góðu heilarnir koma heimaftur

Fíggjarkreppan hevur úrslitað í einum óvæntaðum ágóða fyri danska vinnugeiran. Leiðandi donsk bankafólk eru byrjaði at venda heimaftur til størv, har tey kenna seg tryggari Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio

Trine Cart er ein av teimum. Hon er høvuðssøluleiðari í Nordea og er flutt heimaftur eftir tólv ár í Sveis.

- Eg keddi meg hvønn dag í mínum starvi og føldi, at nú mátti henda nakað nýtt. Virðisbrævamarknaðurin er fallin ógvusliga og tað vil siga, at tað í veruleikanum var nógv minni at gera, fortelur hon fyri DR Update.

Bæði tær stóru starvsskrivstovurnar og bankarnir merkja vaksandi talið av danum, ið venda nøsini heimeftir aftur.

- Sum heild kann eg siga at vit móttaka eitt støðugt vaksandi tal av sjálvbodnum umsóknum, bæði frá starvsfólki, ið longu býr innanlanda og eisini starvsfólki, ið koma uttanifrá, sigur Niels Gregers Hansen, starvsfólkaleiðari hjá Nordea.