Góð upptakt til steypafinaluna

Liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, væntar ikki, at HB kann venda 0-5 tapið á útivølli, tá ið føroyameistararnir í kvøld leika Champions League undandyst ímóti georgiska FC Wit, men sær dystin heldur sum eina góða upptakt til steypafinaluna um góða viku

Tað er ein nærum ómøgulig uppgáva hjá einum føroyskum liði at venda einum 0-5 tapi á útivølli, og ikki óvæntað hava leikararnir hjá HB heldur ikki tær stóru vónirnar um koma víðari í Champions League, nú teir í kvøld fara á Tórsvøll at taka dystin upp við georgiska FC Wit við omanfyri nevndu útgangsstøðu.

Tordu ov illa í Georgia
Hópurin hjá HB til dystin í kvøld er tann sami, sum hann var í Georgia. Veteranurin Jan Dam er farin at venja í barndómsfelagnum aftur, eftir at hava verið í Danmark í eina tíð, men liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, helt týsdagin, at Jan neyvan hevði loyvi til at spæla við í dystinum í kvøld. Landsliðsleikarin Rógvi Jacobsen var ikki við í Georgia, og hann verður heldur ikki við í kvøld, tí at hann er framvegis leikbannaður.
Rúni Nolsøe sigur, at dysturin í kvøld heldur er ein gott høvi til at fáa dystarvenjing á grasi undan steypafinaluni um eina góða viku, heldur enn ein møguleiki hjá HB at spæla seg víðari í Europa. Hesar seinastu vikurnar hevur HB einans vant á grasi til tess at verða best møguligt fyrireikaðir til bæði Champions League og steypafinaluna.
At tað ikki gekk eftir vild á útivølli í Georgia, sigur Rúni Nolsøe hava sína orsøk. - Vit tordu alt ov illa og vóru ov bangnir. Kanska komu vit til at spæla eitt sindur meiri verjukent enn ætlað, og tað kom okkum aftur um brekku, sigur hann. HB-liðskiparin heldur eisini, at tað ikki hóskar seg til HB at spæla verjufótbólt, tí tað hava teir ikki fólkið til, sigur hann.
Spurdur hvussu hann og liðfelagar hansara seta seg upp til dystin í kvøld, sigur Rúni Nolsøe, at tað er ikki so trupult, tí teir vilja fegnir vísa, at teir ikki eru so veikir, sum úrslitið í Georgia kundi bent á. Hann sigur, at teir í kvøld fara at royna at vaska talvuna reina, soleiðis at fólk kunnu síggja, at teir eru nóg góðir til at bjóða seg fram í Europa.
Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá HB upplýsir heimasíðan hjá felagnum, www.hb.fo, at tað verður ókeypis atgongd til dystin. Dysturin á Tórsvølli í kvøld millum føroyameistararnar úr HB og georgisku meistararnar FC Wit verður klokkan 19.