ÍF ? Fram 3 ? 2 (25-20, 25-20, 14-25, 17-25, 15-12)
Flogbóltur
Meistaradeild menn
ÍF og Mjølnir hava alt kappingarárið givið greiðar ábendingar um, at tey fóru at gerast drúgv hetta kappingarárið. Hetta vikuskiftið kundi nógv koma upp á pláss, og leygardagin gjørdi ÍF sína skyldu, og vann.
2 góð sett í part
ÍF legði harðliga fyri í dystinum ímóti Fram. Í fyrsta settinum vóru fuglfirðingar alla tíðina frammanfyri, og Fram hevði ikki rættiliga nakað at seta upp ímóti góða og fjølbroytta spælinum hjá ÍF. Sum ikki einaferð var tað Boban hjá ÍF, sum vann nógv í álopinum, men eisini hinir á ÍF-liðnum sluppu upp í part, tí móttøkurnar lógu væl, og tí hevði hevarin Odd Eliasen nógvar álopsmøguleikar.
Í øðrum setti var gongdin nógv tann sama. Tó var Fram nakað betur við nú, og serliga vóru tað Rúni Weihe á kantinum og Heini Weihe á miðjuni, sum bitu frá sær. ÍF megnaði tó eisini at vinna hetta settið.
Eftir hesi bæði settini kom rættiliga vend í. Fram tók seg saman, og ÍF tóktist steðga upp. Móttøkan hjá ÍF var ikki so góð í hesum settinum, og tað gjørdi at hevingarnar ofta fóru út til kantspælaran, og tí var lætt hjá høga blokkinum hjá Fram at stilla seg fyri. Álopsspælið hjá Fram gekk framvegis nógv ígjøgnum Rúna Weihe, sum var dagsins maður á Kambsdali. Fram vann tvey tey næstu settini lættliga, og nú skuldi avgerðin falla í 5. settinum.
ÍF kaldari
Munurin millum liðini var ikki tann stóri, men ÍF er ikki oddalið av ongum. Tað vístu teir leygardagin, tí tá ið mest á stóð, góvu leikararnir seg eisini tað eyka. ÍF vann seg framum 5-0. Leiðsluna sluppu teir tó ikki at halda, tí Fram bardi seg inn aftur í dystin og upp í støðuna 11-11. Nú stóð á gomlum nøglum hjá báðum pørtum, men ÍF var kaldari og megnaði at taka seinastu stigini og við góðari hjálp frá Fleyr í dystinum í Klaksvík, kundi ÍF kalla seg oddalið, í hvussu var til sunnudagin seinnapartin.
Viðmerking
Odd Eliasen hevari í ÍF
Vit vunnu rættiliga lætt tvey tey fyrstu settini, og tí kanska vit hildu okkum eins lætt fara at vinna tað triðja. Spælið hjá okkum dovnaði, og serliga móttøkan versnaði. Álopsspælið hjá okkum var tí ikki so fjølbroytt, og blokkurin hjá Fram, sum er sera stórur, vann nógv. Eisini skal nevnast, at Rúni Weihe í Fram spældi sera væl. Hann vann alt, og var so avgjørt dagsins maður. Í 5. setti høvdu vit takið at kalla alla tíðina, men munurin var lítil, men tíbetur nóg stórur. Nú skulu vit bara gera tað sama ímóti Mjølni sunnudagin.