Øll leiðslan í felagnum og nógvir gestir vóru hjástaddir í Øvre Strandgate
124, tá ið Faroe Petroleum alment legði lunnar undir sína skrivstovu í
Noregi. Oljufelagið er ungt, og høvuðssætið liggur í Aberdeen. Felagið
miðjar eftir at útvinna olju við Føroyar og Hetland men eisini í norskum øki.
Í Noregi stendur felagið fyri stórum avbjóðingum á einum trýstum
arbeiðsmarknaði, men tað er týðiligt, at felagið trýr upp á virksemið í
Noregi.
Faroe Petroleum hevur sett seg niður í Gamla Stavanger, sum norðmenn
rópa hendan býarpartin.
Fyri at staðfesta sítt føroyska tilknýti, hevur felagið latið
listamannin, Helga Joensen, pynta nýggju skrivstovuhølini. Helgi hevur sín
uppruna í Føroyum, men hevur í fleiri ár búð í Stavanger.
Ein fegin norskur stjóri, Helgi Hammer, beyð vælkomin við almennu
upplatingina av skrivstovuni. Hann vísti á flagg-symbolikkin við føroyska,
skotska og norska flagginum, sum felagið hevur í hølunum. Skemtandi segði
hann, at fólkið á oyggjunum vesturi í havinum Føroyum eru fólk, sum
rýmdu undan skatti í Hardanger í Noregi.
Í síni røðu legði Helgi Hammer dent á góða sambandið millum tey trý
londini og býirnar, Tórshavn, Aberdeen og Stavanger.
Helgi Hammer hevði eisini bjóðað borgarstjóranum, Leif Johan Sevland,
til almennu upplatingina.
Leif ynskti tillukku við skrivstovuni og segði, at Stavanger er
miðpunktið fyri slíkum virksemi. Hann segði, at í Stavanger eru tey fegin
um, at eitt nýtt og týdningarmikið felag aftrat hevur sett seg niður í
býnum.
Borgarstjórin segði, at hetta eru spennandi tíðir fyri Faroe Petroleum og
Føroyar, nú Statoil í hesum døgum borar í føroyskum øki.
Hann lovaði at gera sítt til, at Faroe Petroleum fær eina góða byrjan í
Noregi, men helt ikki, at hann kundi geva felagnum lyfti um verkfrøðingar,
tí norski arbeiðsmarknaðurin er so "heitur" í løtuni.
Hann helt tó, at Stavanger er eitt gott val hjá Faroe Petroleum.
Við móttøkuna handaði Leif Johan Sevland felagnum ein málning, sum
listamaðurin, Kjell Pahr Iversen, hevur málað.
Stýrisformaðurin í Faroe Petroleum, Joe Darby, helt, at Noreg avgjørt er besta landið hjá
einum oljufelag at seta seg niður í. Hann helt, at felagið hevur møguleikar
at menna seg við nýggju skrivstovuni.
Kjell Inge Torgersen setti punktum fyri móttøkuni við góðum og inniligum
sangi og tónleiki.
Hann sang um svarta gullið, sum goymir seg í havbotninum, og hann rúnarbant
fólk við orðum sum "Og tidevatn, går opp og ned, uendeleg, i all slags
vær.." eitt ørindi, sum fólk úr Føroyum, Skotlandi og Noregi kenna seg
aftur í.