Eftir nakrar lakar dystir, har B36 hevur tapt, tí ov lítið hevur borið til, var Jákup á Borg nøgdur við tað, sum liðið vísti í Fuglafirði í gjárkvøldið.
– Tað var ein fínur arbeiðsinnsatsur, har allir arbeiddu fyri sakini og stríddust. Ikki minst var Odmar Færø góður á miðvøllinum, segði hann.
– Úrslitið er so nakað annað, tí vit høvdu ætlað okkum øll trý stigini. Hinvegin er tað kanska ikki so galið at fáa ein javnleik ímóti ÍF, sum hevur verið í einum góðum stima í síðstuni, og eitt stig er so frægari enn einki.
Sunnudagin spælir B36 avgerandi dyst á heimavølli ímóti KÍ, og tí heldur Jákup á Borg eisini, at tað kom sera væl við, at liðið nú fekk víst eitt avrik, allir menn kundu vera nøgdir við.
– Hesum høvdu vit brúk fyri, tí dysturin ímóti KÍ er altavgerandi. Tað hevur verið ov langt ímillum tær góðu upplivingarnar hjá okkum, so tí var tað sera gott, at vit fingu eina slíka, áðrenn vit veruliga skulu upp til roynd, segði hann.