Góður miðalprísur á marknaðinum

17 tons av havtasku lyftu undir miðalprísin við søluna á Fiskamarknaði Føroya í dag. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag góð 70 tons fyri tilsamans 1,2 miljónir kónur.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 17,22 krónur fyri kilo.

Góð 30 tons vóru av toski, og mest var av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 14,61 krónur fyri kilo.

Sløk 6 tons vóru av hýsu, harav frægastu nøgdirnar vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 8,54 krónur. Besti hýsuprísurin á marknaðinum í dag var 14,20 krónur fyri kilo.

Høvuðsorsøkin til góða miðalprísin á Fiskamarknaði Føroya í dag er, at eini 17 tons vórðu av havtasku, sum fór fyri ein miðalprís, ið nærkaðist teimum 29 krónunum fyri kilo.