Góður sigur til vágamenn

Í einum rótutum og til tíðir hart leiktum dysti vann FS Vágar uppiborið á LÍF

Tað var LÍF sum legði betri fyri í dystinum í Lorvík leygardagin. Teir royndu at leggja eitt trýst á FS Vágar, og eydnaðist hetta eisini í ávísan mun. Lorvíkingar komu fram til nakrar hálvar málmøguleikar, uttan tó at gerast serliga vandamiklir.

FS Vágar hevði týðuliga ringt við á fóta sær á vøllinum, og tí bleiv tað ofta til skeivar avleveringar, sum gav LÍF bóltin aftur.

Vágamenn tóku yvir
Sum fyrri hálvleikur leið, kom FS Vágar tó betri við í dystin. LÍF legði seg meiri aftur á vøllin, tá teir sóðu at tað trýst sum teir royndu at leggja á vágamenn, ikki førdi til nakað.

Tá eitt korter var farið av dystinum, kemur fyrsti veruligi málmøguleikin í dystinum. Bólturin verður spældur ígjøgnum miðverjuna hjá LÍF, og har gerst Bjarni Prior leysur og skýtur á stongina og út.

5 minuttir seinni sleppur Bjarni aftur leysur, men verður órógvaður so mikið at dómarin dømir fríspark á sjálvari brotsteigarlinjuni, og gult kort til lorvíkingin. Her slapp LÍF heldur bíliga, tí tá tað bleiv dømt fríspark og vágamaðurin var leysur ígjøgnum, átti hetta at verið revsað við meira enn gulum kortið.

Vágamenn fingu fleiri møgleikar sum kundu givið mál, men antin vóru teir óneyvir ella bjargaði málmaðurin hjá LÍF.

Lorvíkingar høvdu okkurt langskot móti málinum, uttan at teir tó veruliga fingu roynt málmannin hjá FS Vágum.

2 minuttir fyri hálvleik kemur so fyrsta málið í dystinum. Eftir hornaspark kemur Kim Poulsen at standa leysur og kann lætt skjóta bóltin í mál til 1-0 til vágamenn.
Hetta var hálvleikstøðan og var tað fult uppiborið at vágamenn vóru á odda.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður so fáa vágamenn brotspark, sum Jens Erik Rasmussen setur í mál til 2-0.

Hart spæl
Vágamenn høvdu nú uppbygt sær eina trygga leiðslu, og kundu nú leggja dent á at verja hesa leiðslu. Tað var ilt at síggja, hvussu lorvíkingar skuldu kunna leggja trýst á vágamenn, og harvið koma við aftur í dystin.

Næsta løtan var merkt av hørðum spæli við nógvum fríspørkum og gulum kortum.

Dómarin átti at havt steðgað hesum nógv fyrr, men í staðin fingu spælararnir loyvi at halda fram. Dómarin hevði sum heild ringt við at stýra dystinum hesa løtuna.

Bæði Ari Thomassen og Hannis Olsen hjá FS Vágum noyddist út við skaða miðskeiðis í seinna hálvleiki, og ikki er vist at teir verða klárir aftur í bræði.

Móti endanum fór leikferðin úr dystinum, og var tað sum um at liðini høvdu sligið seg til tols við, at dysturin var avgjørdur.

Eitt mál kom tó aftrat, og varð tað aftur FS Vágar sum skoraði. Brasiliumaðurin Clayton Soares, sleppur at renna einsamallur frá miðum vølli, og skorar framvið Karsten i LÍF-málinum.

Hetta var tað síðsta sum hendi í dystinum. Ongin ivi er um, at betra liðið vann, og vágamenn vístu enn einaferð, at teir koma at liggja heilt frammi í kappingini í ár.

Dysturin í tølum:

LÍF-FS Vágar 0-3(0-1)

0-1: Kim Poulsen
0-2: Jens Erik Rasmussen (brotspark)
0-3: Clayton Soares