Menn boða frá góðum gras og kornvøkstri á suðurlandi Íslands Nógv øska kom niður á suðurlandi Íslands, tá eldgosið í Eyjafjallajøkuli goysti uppá tað ringasta. Nú skrivar íslendska Morgunblaðið, at øskan als ikki hevur havt ringt árin á vøksturin. Menn uppliva framúr góðan gras og kornvøkstur, og nú verður mett, at øskan frá Eyjafjallajøkuli er høvuðsatvoldin til hesa jaligu gongdina.
Sigurjón Eyjólfsson, sum er bóndi í Eystri-Pétursey heldur, at dimmi liturin á øskuni elvir til eitt væl heitari lendi, sum so aftur skundar undir ein skjótari vøkstur.
Pétursey var millum tey økini, sum vóru ringast rakt av øskuni, og bøndur har á leiðum bóru ótta fyri, at hetta fór at hava ringa ávirkan á jørðina og vøksturin. Men ringasti óttin er vendur til nakað veruliga gott, tí nú uppliva teir ístaðin ein framúr góðan vøkstur.