G! váttar Kaizers Orchestra

Sum Planet.fo avdúkaði longu sunnudagin, so spælir Kaizers Orchestra á G! Festivalinum. Hetta váttar festivalurin í tíðindaskrivi.


Festival summarið
 
G! Festivalurin skrivar m.a.: Okkum nýtist hvørki at pella, gera ov nógv av ella finna uppá nakað nýtt. Vit kunna bara róliga og sannførandi endurgeva tað sum fleiri og fleiri eru samd um: Kaizers Orchestra eru millum heimsins bestu livebólkar. Og tað er ikki vit sum hava funnið uppá at kalla teir tað. Omanfyri síggjast nøkur fá brot av umrøðu, sum onnur siga um bólkin.
 
Tónleikurin hjá Kaizers Orchestra er eitt ósannlíkt, men fantastiskt bland av AC/DC og metal-rokki við sigoynaratónleiki av balkan, Tom Waits, kvøðurljómatónum og eini rúgvu av øðrum. Skapt við serligum Kaizer uppfinngar- og skemtingarsemi. Kaizers Orchestra hava harafturat eitt einastandandi tev fyri góðum melodistrofum og framúr evni at fáa tingini at svinga.
 
Sum tú kanska skilir á lagnum, so er ilt at seta orð á fyribrigdið Kaizers Orchestra, sum helst er mest kultaði norðurlendski bólkurin yvirhøvur. Teir eru gallsvakir og bróta gleðiliga allar reglur og konventiónir innan tónleik, men halda tó altíð í trúskapi móti tí viktigastu lógini av øllum: Tað skal verða feitt at lurta eftir.
 
Og live er tað, at tað veruliga blívur gandur. Tí Kaizers eru ein veitslumaskina av eini aðrari verð - Við gassmaskum, oljutunnum, kúbeinum, bilfelgum og pumpuorgli, eru framførslurnar ein totaluppliving, eitt absurd teatur og freak show við garanti at fáa teg at vagga, ompa og bresta út í harðan látur upp til fleiri ferð.
 
Tað eru ikki vit, sum hava funnið uppá at kalla Kaizers Orchestra fyri heimsins besta livebólk. Men vit hava funnið uppá at hála teir til Føroya á G! Festival, so føroya fólk fær høvið til at meta um frá fyrstu parkett, hvat hetta er fyri nakað og hvat hetta alt snýr seg um, hóskvøldið á G! Festival. Tú mást fara!