Spyr nærmasta persónin, nær tað regnaði seinast, og tey flestu vera tær svar skyldug. Meðan vit øll hava notið frálíka veðrið seinastu dagarnar, so er tað treyðugt ikki so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt.
Og teir, sum kanska ikki fegnast eins nógv um góða veðrið, er SEV. Meðan vit seinastu tíðina hava hoyrt nógv um, hvussu stórur partur av framleiðsluni hevur verið frá grønari orku, so hevur orkuframleiðslan seinastu dagarnar stava nærum einans frá olju. So má tó vera, tá vit hvørki hava regn ella vind, og á SEV hava tey eisini lagt til merkis, at standurin í vatngoymslunum byrjar at nærkast pínumarkinum.
- Tað er júst til slík tíðarskeið, at vit hava allar maskinurnar summarklárar. Vit mugu vera førir fyri at framleiða streym, eisini tá vit hvørki hava vind ella regn. Tí mugu vit, eisini í framtíðini, syrgja fyri, at oljuverkini eru tøk og klár, sigur Finn Jakobsen, deildarstjóri og rakstrarleiðari á SEV.
Hann ásannar, at hetta verður ein dýrur mánaður fyri SEV, tí sjálvandi er tungoljan dýrari enn vatn og vindur. Hann væntar tó, at framleiðslan fer at javna seg út yvir árið.
- Hetta kemur als ikki óvart á okkum. Vit vænta, at tríggjar mánaðir um árið stavar meginparturin av orkuni frá olju, meðan tríggjar mánaðir stavar hon frá grønari orku. Hinar mánaðirnar verður framleiðslan so nøkunlunda jøvn, sigur hann.
Finn Jakobsen sigur, at tað eru dagar sum hesir, sum veruliga seta framtíðar føroyska orkukervi á breddan.
- Vit kunnu fáa meiri burtur úr vindinum, kanska eitt sindur meiri úr vatninum, men okkara avbjóðing er, hvaðani orkan skal koma slíkar dagar sum hesar, og serliga um veðrið heldur sær soleiðis í fleiri dagar, sigur hann.
- Mest nærliggjandi er tá at hugsa um sólorku og sjóvarfallsorku, men har er tøkniliga menningin kanska komin nakað stutt enn, serliga innan sjóvarfallsorku. Tað er tó heilt greitt ein partur av framtíðarætlanum okkara, sigur Finn Jakobsen, sum tó ásannar, at tað verður ilt at sleppa undan oljuni heilt. Hon verður, enn sum áður, okkara neyðloysn.