Í gjár komu G7-londini við einari felags fráboðan, har tey vísa sín stuðul til sínar partar í Miðeystri.
Londini fordøma iransku álopini á silfólk og undirstøðukervið í Bahrain, Kuwait, Oman, Katar, Saudi Arabia, Sameindu Arabisku Emiratini, Jordan og Irak.
Í tíðindaskrivi siga G7-londini, at Iran hevur framt ábygdarleys álop á hesi lond, og hetta hóttir tryggleikan í økinum - og globala tryggleikan.
Londini heita á Iran um at gevast við hesum álopum í stundini.
G7-londini eru eitt samstarv millum Kanada, Frakland, Italia, Japan, Stórabretland, Týskland og USA.











