G8-londini skerja CO2-útlátið 80 prosent

Leiðararnir í G8-londunum samdust í kvøld um at skerja CO2- útlátið 80 prosent innan 2050 Samstundis eru leiðararnir samdir um, at hitin á jørðini skal ikki veksa meiri enn tvey atig afturat. Men spurningurin um, hvussu avmarkingin skal fíggjast, bíðar til ein toppfund í september.

G8-leiðararnir gera tó greitt, at tað er alneyðugt at fáa lond sum India og Kina at taka undir við teirri ásettu skerjingini. Eygleiðarar ivast í, at tað fer at bera til, tí bæði londini hava higartil sýtt fyri at binda seg til stórvegis avmarkingar.

Tað er longu ivasamt, hvussu sterk semjan á G8-fundinum er, tí ein russiskur talsmaður segði í kvøld, at Russland kann ikki taka undir við at skerja útlátið 80 prosent.