Sambært amerikanska verjumálaráðharranum, Robert Gates, missir Muammar Gaddafi støðugt undirtøku, og tí fellur hann skjótt. Robert Gates, sum kom til Kandahar í Afghanistan í dag, segði við tíðindafólk, at teir seinastu stuðlarnir hjá Muammar Gaddafi fara at geva seg yvir um stutta tíð, og so eru dagarnir hjá einaræðisstýrinum taldir.
-Tað er bara ein spurningur um tíð, nær hann fer frá. Eingin veit við vissu, nær tað verður, men hann og stýri hansara vikna fyri hvønn dag, sum fer, segði Gates í røðu, sum hann helt fyri amerikonskum hermonnum í Kandahar.