Gadus aftur av góðum túri

Hóskvøldið verður verksmiðjutrolarin Gadus væntandi á Klaksvík við 770 tonsum úr Barentshavinum. Verksmiðjutrolarin Gadus hjá JFK-Troli í Klaksvík er í dag farin at sigla heim úr Barentshavinum.

Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum nú seinnapartin, er hetta ein góður túrur hjá skipi og manning.

Gadus fór av Klaksvík seint í januar mánaða, so túrurin verður umleið tveir mánaðir, tá Gadus væntandi verður á Klaksvík hóskvøldið í hesi vikuni.

Norðlýsið veit at siga, at Gadus hevur 770 tons inni, meginparturin er flak, men nakað er eisini av rundum frystum fiski.

Gadus hevur roynt í norska partinum av Barentshavinum hendan túrin.