Skipið er í dag vestanfyri Írland, og ferðin heim hevur gingið væl. Gadus stevnir inn á Klaksvíkina sunnudagin og kemur at liggja á vestursíðuni, beint við Netastovuna.
Tað vita tey í JFK-reiðarínum at siga í dag.
Undir hátíðarhaldinum, sum verður á bryggjuni, verða røður hildnar, Klaksvíkar Hornorksetur fer at spæla, eins og aðrar tónleikaframførslur verða.
Eftir sjálvan dópin eru øll vælkomin umborð á Gadus at síggja nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum.
Skipið er serbygt til veiði í Barentshavinum, soleiðis at øll veiðan kann takast við í land, eins og Gadus er bygdur til at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir.
Beint eftir dópin letur fisk & kips-búðin hjá JFK upp, har møguleiki verður at fáa eina máltið við fyrstafloks fiski úr Bartenshavinum.
Aftur hesaferð verða tað kendu ensku kokkarnir, sum í fleiri ár hava verið á Sjómannadegnum, sum koma at standa fyri vælsmakkandi matgerðini.
- Fish & kips-búðin letur aftur klokkan 18. klokkan. Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna fyri Gadusi, sigur JFK-reiðaríið í tíðindaskrivi í dag.