Stívliga 700 tons. Tað er veiðan hjá klaksvíkstrolaranum Gadusi hendan túrin. Trolarin Gadus hjá JFK-Troli í Klaksvík er á veg heim úr Barentshavinum við fullari last.
Gadus hevur gjørt enn ein stuttan túr og verður á Klaksvík leygardagin við góðum 700 tonsum av fiski.
Meginparturin av veiðini hjá klaksvíkstrolaranum er toskur.
Hjá JFK-Troli í Klaksvík siga tey, at Gadus fer nýggjan túr so skjótt, sum lastin er løgd upp í Ánunum.