Klokkan 22 í gjárkvøldið loysti Gadus hjá JFK Trol, og so settu teir kós eystur í Bartenshavið, har teir eftir nýggjár fara at royna í russiskum sjógvi. Nýtt kvotuár byrjar á nýggjárinum.
Tað var nógv ferðsla á vestara havnarlagnum í Klaksvík í gjár. Meðan teir á Gadus løgdu seinastu hond á riggingarnar at fara nýggjan túr, so vóru teir í holtur við at landa Sjúðrarberg, sum í fyrradagin kom úr Barentshavinum við umleið 710 tonsum av skráskornum toski.
Sjúrðarberg kom á fiskileið 11. November. Tvær tær fyrstu vikurnar var fiskaríið einki serligt, men síðani var tað gott.
Skipari á Gadus henda túrin er Brandur Joensen.
Myndn av Gadus varð tikin tíðliga seinnapartin ígjár.