Gaither-bólkur til Føroya

Fyrst í komandi ári fara Ernie Haase & Signature Sound at hava konsert á Toftum Gaither-bólkurin ?Ernie Haase & Signature Sound? kemur til Føroya í februar komandi ár. Bólkurin, ið var stovnaður av Ernie Haase fyri nøkrum árum síðani, hevur við sínum 50´ara kvartett-stíli í nútímans hami veruliga tikið ?southern-Gospel?-pallin við stormi. Í oktober vóru teir á Europa-ferð saman við hinum í Gaither-Homecoming samtakinum. Fleiri hundrað føroyingar hoyrdu teirra framúrskarandi framførslu á Gaither-konsertini í tí í nýggja DR-konsertsalinum í Keypmannahavn.

 

Hóast EH&SS óivað var tann minst kendi bólkurin, og kanska tann sum minst var væntað av á hesari spennandi konsertini, so vóru tað uttan iva Ernie Haase og hansara menn sum yvirraskaðu og tóku øll á bóli. Við einari framførslu við fullari ferð, góðum harmoni´um og einum serskiltum, sera djúpum bass-sangara, megnaðu teir at vinna seg inn í oyruni og hjørtuni á mongu føroyingunum og hinum áhoyrarunum, sum vóru til konsert í Keypmannahavn.

 

Nú verður so høvið at hoyra hendan spennandi bólkin í Føroyum! Í samstarvi við Faroe-Travel skipar GJAMMA-Live fyri konsert við ?Ernie Haase & Signature Sound?. Konsertin verður týskvøldið 16. februar 2010 í nýggja salinum ?Nebo? á Toftum.

 

Salurin hevur verið í nýtslu í nærum eitt ár, og hevur longu fingið góð skoðsmál sum konsert-hølið. Ljóðútgerðin er fyrstafloks í Nebo. Aftaná konsertina við kanadisku ?Newworldson? fyrr í ár. mettu mong, at ljóðið var av tí besta, sum fáast kann til eina konsert í Føroyum.