Gallakonsert í Hovi leygardagin

Leygarkvøldið 24. november verður á fyrsta sinni skipa fyri gallakonsert í skúladeplinum í Hovi.

 

Tað er FC Suðuroy, sum skipar fyri gallakonsertina, sum byrjar klokkan 20 hetta kvøldið.Tó lata dyrnar upp longu klokkan 18, har dinertónleikur verður á skránni, og skipað verður eisini fyri einari serligari framsýning.

 

Eitt orkestur, sum er mannað av so navnframum og dugnaligum tónleikarum sum Jónleifi Jensen á trummum, Tróndi Enni á bass, Magna Husgaard á tangentum og Ólavi Øster á guitar fer at spæla undir hjá øllum sangarunum.

 

Tey, sum koma at syngja verða Stanley Samuelsen, Elin Brimheim Heinesen, Lív Næs, Brandur Enni, Evi Tausen og Hjalmar Magnussen.

 

Í seinnapartssendingini á Rás2 fríggjadagin greiddi Fimmboði Lisberg frá um tiltakið. Tað ber til at hoyra prátið við Fimmboða Lisberg undir greinini her.