Gallup Danmark eisini kanningar fyri flokkar

Í útheiminum er ikki óvanligt, at Gallup og aðrar fyritøkur gera kanningar fyri politiskar flokkar. Tað vísir Høgni Hoydal á í blaðnum í dag, og tað váttar Lasse Hjort Madsen, sum arbeiðir við veljarakanningum hjá Gallup Danmark.
Hann sigur tó, at teir ikki ganga við til at spyrja um hvat sum helst, og at teir altíð tryggja sær, at teir kunnu standa inn fyri spurningarnar soleiðis, at spurningarnir ikki eru leiðandi ella villleiðandi.