Gallup og Tjóðveldisflokkurin

(Johan Samuelsen

Í samband við, at tað eru liðin 60 ár síðani fólkaatkvøðuna 14. sep. 1946, so hevur Tjóðveldisflokkurin biðið Gallup Føroyar um at gera eina veljarakanning. Umframt veljarakanningina varð eisini spurt um fleiri onnur týðandi samfelagsmál, sum bera brá av, at hesi mál hava eitthvørt við ríkisrættarligu støðuna millum Føroyar og Danmarkar at gera.((At kanna fólkahugsanina er blivið ein »trend« í okkara tíð. Vit hava fingið okkara egna Gallup kanningarstovn, og ringt verður í eyst og vest fyri at spyrja um eithvørt, sum hevur almennan áhuga. Men hetta fyribrygdi, at ein politiskur flokkur sjálvur fer út at spyrja, hvussu hann er umtóktir millum fólk, man hoyra til undantøkini. Og alt avgerandi fyri, hvussu úrslitið verður, er fyrst og fremst, hvussu spurningarnir verða orðaðir  ein uttanveltað, lættfatulig og beinrakin orðing, sum er bæði væl og virðiliga orðað, er fyrsta treytin fyri eini objektivari og sannari analysu av verunligu støðuni millum tey gott 500 fólkini, sum vórðu spurd, og harvið eitast at umboða samlaðu veljarafjøldina.(Føroysku fjølmiðlarnir hava verið á tremur við úrslitum av hesi somu kanning Tjóðveldisfloksins. Og ikki er hissini, sum teir serverað fyri okkum. Alt verður penslað út, og hesin »tíðindaflutningur« verður tambaður og toygdur úr hvørjari likkju yvir alla vikuna, uttan at seta minsta spurnartekin við hesa somu kanning. Og tó, eittans blað hevur róð beinleiðis uppundir, at henda kanningin var bíløgd av Tjóðveldisflokkinum! Og hevði flokkurin eisini orðað spurningarnar! Kringvarpið skal eitast fyri at vera borganin fyri, at public service tænastan verður vard og framborin millum manna. Men tey hava verið eina grammast í Sortudýki at borið hesar »kanningar« út millum fólk, uttan minsta vet av borandi journalistikki, og úrslitini hava verið framborin, sum vóru tey ævigi og einasti sannleikin. Hvar er journalistiska handverkið?(Lat okkum taka tvey dømi úr allari rúgvuni. Spurt varð um: Hvør skal hava evsta avgerðarrættin í Føroyum  danskir mynduleikar ella føroyska fólkið? Jú, kunngjørt varð í fjølmiðlunum, at heili 81% ella 8 av 10 føroyingum tóku undir við føroyskum avgerðarrætti. Og Høgni Hoydal var skjótur at proklamera, »at ein stórur meiriluti av fólkinum tekur undir við at skipa Føroyar sum frælsa tjóð. Trupuleikin liggur í politisku flokkunum.« Jú, gaman í, tøl plaga ikki at lúgva, so hetta man vera sannleikin, hugsa væl tey flestu. Men hyggja vit eftir, hvussu spurningarnir eru orðaðir, og hvat teir merkja í veruleikanum, so er talan ikki so greið, sum Høgni mælir fyri munni! Hesin spurningur merkir onki annað enn loysing frá Danmark. Evsti avgerðarrættur merkir, at øll bond skulu kvettast til hinar partarnar av ríkinum, og hví verður ikki spurt av Gallup, um tú vilt loysing ella samband  hetta er erlig tala, og hetta hevði verið í samsvari við spurningarnar, tá fólkaatkvøðan varð hildin í 1946. Onki uttanumtos, ongin fjald, ullint ætlan. Nei, nú verður ikki spurt um loysing ella samband  í »kanningini« verður spurt um føroyskan avgerðarrætt  ja, hvør vil ikki avgera, men hvat? Ikki so frægt, at Tjóðveldið torir at spyrja um fullveldi, sum annars varð brúkt í heili 6 ár í landsstýrisfíggjaðu propaganduni í Tinganesi at villleiða fólk við, sum eitt jaligt orð, sum lætt er at svølgja. Men evsti avgerðarrættur merkir stutt og greitt loysing, hetta orð, sum Tjóðveldisflokkurin ikki vil kennast við longur. Royktámið hesaferð eitir avgerðarrætturin, sum Høgni Hoydal og fjølmiðlar kappast um at varpa út millum fólk, uttan at seta ein einasta spurning við hesa manipulerandi útsøgn! Høgni smírist og fegnast, hvussu lætt hann er sloppin í fjølmiðlunum og brúkar »úrslitið« sum trumfkort í vikulongu loysingarpropaganduni  er tað ongin sum raknar við í fjølmiðlaverðini  fleiri, sum spurd eru, í »kanningini« føla seg milt sagt misbrúktan í einum ódámligum leiki! Ella eru tit almennir serviseringsstovnar fyri Tjóðveldisflokkin? Hetta er óbeinleiðis bæði ein leiðandi og ógreiður spurningur at seta fólki  míni ráð til tykkum næstu ferð, tit fara at spyrja um ríkisrættarligu støðu Føroya, so spyrjið um tygum vilja hava loysing ella samband  onki uttanumtos og innballing í ivasom hugtøk, sum Høgni hevur funnið uppá! Tit høvdu tjansin í 6 ár, men tit tordu ikki at spyrja fólkið beinleiðis. Hví? 81% eru fyri, ikki so Høgni, so tað skuldi verið lagamanni? Men tit vita betri.(Hin spurningurin snúði seg um avgerðarræættin í hernaðarmálinum. Sama søgan. Avgerðarrætturin í hernaðarmálum liggur eins og suverneniteturin í ríkiseindini, beinleiðis nevndur í Heimastýrislógini, men stórur meiriluti er fyri evsta avgerðarrættinum her heima í hernaðarmálinum, greiðir Tjóðveldisflokkurin frá. Hvat merkir henda støðutakan í veruleikanum? Hava tey spurdu í eini handavend gjørt sær djúpthugsandi niðurstøður til henda sera álvarsama spurningin, áðrenn svarað varð? Skulu vit úr NATO felagsskapinum, sum Tjóðveldið einaferð var størsti forsprákari fyri, ella hvønn skulu vit lena okkum uppat í framtíðini o. s. fr. Aftur sama mjørkatosið  men fjølmiðlarnir elta ókritiskir!(Saknaði annars ein spurning, sum plagar at vera eitt »must« í slíkum veljarakanningum, og tað var, hvønn føroyingar vilja hava til løgmann? Man tað vera tí, at júst hetta kanningarúrslitið ikki passaði inn í krammið hjá Høgna at almannakunngera? Fekk hann hesi somu neyðars 3-4%, sum hann plagar at fáa sum løgmansevni? Og so »gloyma« vit bara løgmansspurningin saman við »fantastisku« fjølmiðlum okkara!