Stemmuslúkur helst aftur á lista hjá Tjóðveldi í Havn

Hann er valdur í býráðið eina ferð fyri Tjóðveldi og tvær ferðir fyri Fólkaflokkin. Sum skilst leitar Bogi Andreasen sær heim aftur í Tjóðveldi hesaferð

Tað verða fleiri broytingar í samansetingini í Tórshavnar býráð aftan á býráðsvali 12. november.

Sum vit áður hava skrivað, so stillar Heðin Mortensen, borgarstjóri, helst ikki uppaftur hesaferð – eftir at hava sitið í Tórshavnar býráðí 52 ár og verið borgarstjóri í 16 ár – í báðum førum sum tann, sum hevur sitið nógv longst.

Eyðvitað gevur tað pláss fyri øðrum á Javnaðarlistan, um enn tað eisini er ein risastór avbjóðing, tá Heðin Mortensen til tey seinastu fýra valini hevur fingið langt oman fyri 2.000 persónligar atkvøður.

Hjá Tjóðveldi er tað bara Elsa Berg av teimum, sum vórðu vald seinast, sum stillar uppaftur. Bæði Jákup Dam í Kollafirði og Gunvør Balle á Argjum hava boðað frá, at tey ikki verða á listanum hesaferð.

Eisini Annika Olsen, sum seinastu tíðina hevur umboðað Tjóðveldi í býráðnum, sjálvt um hon varð vald á listanum hjá Fólkaflokkinum, hevur boðað frá, at hon ikki stillar uppaftur.

Sum skilst stillar Bogi Andreasen ikki upp fyri Fólkaflokkin heldur. 

Bogi Andreasen varð valdur í býráðið fyri Tjóveldi á býráðsvalunum í 2008, tá hann eisini var fystvaldur við 489 persónligum atkvøðum. Tað var bara Heðin Mortensen, sum við 2.200 persónligum atkvøðum, fekk fleiri enn Bogi Andreasen.

Men longu í fyrsta skeiðnum í býráðnum fór hann úr Tjóðveldi og meldaði seg upp í Fólkaflokkin, sum hann eisini stillaði upp fyri og varð valdur fyri í 2012 og í 2016. 

Í 2020, tá Annika Olsen aftur stillaði upp til býráðið fyri Fólkaflokkinum fyri fyrstu ferð síðani 2004, varð Bogi Andreasen ov stuttur. 

Hann hevur tó verið inni nakrar ferðir sum varamaður fyri Anniku Olsen hetta valskeiðið.

Spurdur um hann stillar uppaftur fyri Fólkaflokkin ella Tjóðveldi hesaferð, er hann ikki serliga greiður.

Tá stríðið var í hæddini í Fólkaflokkinum í Havn upp undir løgtingsvalið í 2022, var Bogi Andreasen ikki í fremstu røð millum tey misnøgdu. Men tað er greitt, at hann stuðlaði Anniku Olsen, sum tá varð kroyst úr Fólkaflokkinum og endaði við at stilla upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. desember í 2022.

Sum in.fo skilir, so eru sterkar ábendingar um, at Bogi Andreasen verður uppstillaður fyri Tjóðveldi hesaferð.

Tað er sum sagt bara Elsa Berg av býráðslimunum hjá Tjóðveldi, sum stillar uppaftur. Um Tjóðveldi ger eitt gott val hesaferð, so kann flokkurin væl fáa fýra fólk vald í býráðið, og tí kann verða pláss fyri trimum nýggjum fólkum í býráðnum fyri Tjóðveldi.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur 2. og møguliga 3. uppstillingarfund í annaðkvøld, tá fæst helst at vita, um Bogi Andreasen hevur leitað sær heim aftur í Tjóðveldi.