Klaksvíkar sjúkrahús eigur tríggjar sjúkrabilar. Ein av teimum er sekstan ár, meðan hinir báðir eru ellivu ára gamlir. Tann sekstan ára gamli varð seinasta vetur ákoyrdur, og stendur hann nú sum vrak. Teir báðir 11 ára gomlu hava koyrt næstan eina hálva millión kilometrar. Hetta helt motorurin á øðrum av teimum ikki til, og sostatt brendi hann saman fyri kortum. Hetta gjørdi, at bert ein sjúkrabilur var eftir, og tá hesin var í Havn ella á flogvøllinum við sjúklingum, var ein 8 ára gamal vøruvognur álitið, og meira enn so kom fyri, at neyðugt varð at flyta sjúklingar við honum.
Skora børuna fasta
Vøruvognurin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi er als ikki gjørdur til at flyta sjúklingar við, og tí passa mátini á børuni og á rúminum aftan í bilinum ikki saman. Tískil var neyðugt at koyra børuna inn á skeivan og skora hana fasta, áðrenn hon eisini varð surrað føst.
Í vøruvogninum hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi er eingin útgerð til neyðhjálp, og tí var neyðugt hjá portørunum at hava eitt kuffert við eitt sindur av hjálpiútgerð við sær, tá teir fóru út við hesum sjáldsama »sjúkrabili«.
Hava søkt í fleiri ár
Jens Jacobsen, yvirportørur, sigur, at sjúkrahúsið í fleiri ár hevur søkt um at fáa nýggjan sjúkrabil, men enn er eingin játtan komin. Tó vónar hann, at sjúkrahúsið fer at fáa ein nýggjan sjúkrabil sum skjótast.
Sum støðan er í løtuni kenna portørarnir seg illa at koyra við sjúkrabilinum. Vit vita nevniliga, at bilarnir eru ikki nóg tryggir at røkja sjúkraflutning, sigur yvirportørurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hann sigur, at sjúkrabilatænastan hevur umleið 200 túrar úr Norðoyggjum á Landssjúkrahúsið um árið, og hartil er so onkur túrur á flogvøllin. Tá so ein av bilunum er burtur í slíkum ørindum, er álitið á sjúkrabilatænastuni í Norðoygjum sera óálítandi.
Eg haldi, at myndugleikarnir mugu finna eina loysn á akutta trupulleikanum viðvíkjandi sjúkrabilum sum skjótast. Annars kann sjúkrabilatænastan í Norðoyggjum eins væl niðurleggjast, sigur Jens Jacobsen, ið heldur, at sjúkrabilar áttu at verið skiftir út á fjórða hvørjum ári. Hetta heldur hann hevði verið nógv bíligari enn at allatíðina at gera gamlar og útslitnar sjúkrabilar í stand.
Gjørdur aftur
Gamli sjúkrabilurin, ið motorurin brendi saman á, er nú gjørdur aftur. Hann hevur fingið ein annan mortor úr Danmark, men talan er als ikki um nakran nýggjan motor. Hesin hevur nevniliga koyrt umleið 150.000 kilometrar. Hetta heldur Jens Jacobsen vera nógv fyri eitt neyðsendarafar. Men hann er fegin um, at sjúkrahúsið aftur hevur tveir sjúkrabilar.
Gjóstur millum hurðarnar
Sambært yvirportørinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi er so mikið nógvur gjóstur millum hurðarnar á gomlu sjúkrabilum teirra, at tað er skammiligt at leggja sjúklingar í bilarnar. Orsøkin til gjósturin er, at hurðarnar eru nýttar so mikið nógv gjøgnum tíðina, at tær eru soknar niður. Hetta er ein trupulleiki, ið kemur av elli, og tí er tað ikki ráðiligt at at hava sjúkrabilarnar í so nógv ár, heldur Jens Jacobsen.
Steðga undir sjúkraflutningi
Tað er meira enn so komið fyri, at sjúkrabilur hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi er steðgaður upp, meðan hann hevur verið í tænastu. Millum annað hendi hetta einaferð á veg til Havnar, meðan tríggir sjúklingar vóru í bilinum. Men Jens Jacobsen sigur, at tíbetur vóru hesir sjúklingarnir so mikið væl fyri, at tað ikki bilti. Men hann sigur, at hann stúrir fyri tí degi, tá sjúkrabilurin ikki riggar og okkurt álvarsamt er áfatt.