Tey gjørdust ikki sørt bilsin í handlinum Gamal og Nýtt í Klaksvík, tá tey nú ein dagin funnu ein gamlan Waagstein málning í eini bingju, sum kom úr Danmark
Málningurin eftir kenda listamannin Jógvan Waagstein er frá 1937, og kom hann undan kavi í eini bingju, sum Danmissión hevði sent handlinum Gamalt og Nýtt í Klaksvík, veit heimasíðan hjá Norðlýsinum at siga.
Undangongumaður
Hvussu málningurin eftir Waagstein er komin í bingjuna, vita tey í handlinum ikki, men tey vísa á, at Danmissión ofta tømir íbúðir og sethús eftir deyðsbúgv, og helst er hesin málningurin á henda hátt endaður í Klaksvík.
Málningurin, sum er 69x40 sentimetrar við rammu, sýnir royndarstøðina í Hoyvík, har Fornminnissavnið er nú, við Glyvursnesi í baksýni.
Jógvan Waagstein (1879-1949) var ein av undangongumonnunum í føroyskari myndlist. Ofta bera hansara málningar brá av franskari impressionismu, har málarin fer út í nátturuna at leita upp vøkur útsýni. Við málningum eftir Waagstein og hansara nýskapandi javnaldrum, sóðu føroyingar á fyrsta sinni listarligar lýsingar av sínum egna landslag, sum gjørdist megintema í føroyskari myndlist í 20. øld.
Á uppboðssølu
Norðlýsið boðar frá, at um onkur hevur hug at geva eitt boð uppá málningin, so ber til at støkka inn á gólvið í Gamalt og Nýtt, har málningurin verður sýndur fram.
Eisini ber til at senda eitt boð yvir teldupostin til Norðlýsið, sum síðani verður sent víðari til Gamalt og Nýtt.
Teldupostadressan er [email protected]
Minstaboð er 16.000 krónur