Við góðari hjálp frá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Skipasmiðju, sum eigur bygningin, er nú ætlan gjørd, sum kann varðveita Gamla Hospital í sínum søguliga umhvørvi. Bygningurin verður fluttur einar 40 metrar niðan ímóti Skiparagøtu og síðani umvældur og settur í stand har.
Tað eru Sjúkrasystrafelag Føroya og Læknafelag Føroya, ið saman við Føroya Forngripafelag hava tikið stig til at varðveita Gamla Hospital, og ætlanin er at kunna hýsa einum sjúkrahússavni í bygninginum, tá ið hann einaferð er umvældur. Men eisini onnur søgulig endamál kunnu koma upp á tal, og eitt samstarv er hugsandi við komandi býarsavnið, sum Tórshavnar býráð hevur ætlað at skipa í Müllers pakkhúsi beint niðanfyri.
Farið verður undir flytingina fyrst í komandi ári, og týsdagin 5. jan. 1999 kl. 10.00 setur býráðsformaðurin Leivur Hansen spakan í jørðina til nýggju grundina.
Tórshavn 30.12.1998
vegna áhugabólkin fyri Gamla Hospital,
Óli Mikkelsen