Smyril Line roynir enn einaferð at selja gomlu Norrønu. Fyri fjørðu ferð eru nú samráðingar við áhugaðar keyparar, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line.
Tríggjar ferðir hava áhugaðir keyparar hugt at skipinum, men ongantíð er nøkur avtala gjørd. Nú verður samráðst við áhugaðar keyparar, sum ættaðir eru uttan fyri Europa, sigur Óli Hammer. Hini fyrru hava allir verið úr Europa, sigur hann.
Grundirnar til, at teir ikki hava selt skipið, eru ymiskar, sigur stjórin. Onkuntíð hava verið ov fáir pengar, tá til stykkis kom. Og onkur annar hevur fingið annað, betri tilboð, sum teir so heldur hava tikið av.
Hesaferð vónar hann tó, at eitt úrslit spyrst burturúr. Helst fyri jól. Hvør prísurin kann væntast at vera, vil Óli Hammer einki siga um.
Um gongdina hjá nýggju Norrønu sigur Óli Hammer, at Danmarakarrutan er í lagi. Men Noregsrutan hevur ikki gingið nóg væl, og tí er avgjørt at broyta rutuna, soleiðis, at siglt eisini verður til Íslands alt árið.
Nakað av fólki ferðast við Norrønu hesa tíðina. Nøkur fara til Hetlands og nøkur til Danmarkar. Um jólini verður væl av fólki við. Men serliga trongt verður tó ikki umborð vanligu túrarnar um veturin, heldur stjórin.