Húsini í Gamlagerði á Nesi eru aftur komin til heiður og æru og eru nú eitt satt prýði til minnis um forfedrarnar. Men, framvegis eru tað nógv í ættini, ið vita lítið ella einki um Gamlagerði og enn minni hava verið inni har.
- Samstundis hava vit framvegis eitt ættarlið ímillum okkum, sum dugir at siga frá lívinum í Gamlagerði, har omma og abbi teirra búðu. Fyri at skapa størri áhuga millum ættarfólk við tilknýti til hesi serligu hús, skipa vit fyri, at eftirkomarar hjá Manellu og Johan í Gerðinum hava høvi at samlast og hoyra søguna um Gamlagerði. Eisini verður høvi at vitja inni í húsunum og síggja, hvussu forfedrarnir búleikaðust.
Tað siga Doris Djurhuus og Tórður Mikkelsen, sum hava tikið stig til eitt hugnaligt og upplýsandi ættartiltak í Tofta skúla í morgin klokkan 14. Eftir tiltakið í skúlanum, hava fólk høvi at uppliva Gamlagerði, ið er ein sonn perla. Húsini eru frá 1845 og hava roykstovu og moldgólv.
- Vit gleða okkum til ættartiltakið. Vit byrja í skúlanum klokkan 14 og fara síðan seinni at vitja í Gamlagerði, siga Doris Djurhuus og Tórður Mikkelsen.