Gamli bygdaráðsformaðurin vónbrotin av samanleggingini

Síðani vit løgdu saman við Havnini, er onki hent í Kollafirði, sum ikki var fyrireikað frammanundan, sigur Hans Jacob Hansen, sum var bygdaráðsformaður í Kollafirði

Kommunusamanlegging

? Tað var ikki hetta eg hevði væntað, tá ið vit løgdu saman við Tórshavnar Kommunu.
Hans Jacob Hansen, sum var borgmeistari í Kollafirði, tá ið kommununan varð løgd saman við Havnini, er ógvuliga vónbrotin av gongdini í Kollafirði, eftir samanleggingina við Tórshavnar Kommunu.
Hesa vikuna hava vit havt nakrar greinar í blaðnum um gongdina í Kollafirði, nú hálvt valskeiðið er runnið, síðani Kollafjørður legði saman við Havnina.
Fyrr í vikuni greiddi Rólant Christensen frá, hvussu misnøgdir kollfirðingar vóru við samanleggingini, tí teir hildu, at Tórshavnar Kommuna hevur gloymt Kollafjørð og at tað hendir alt ov lítið í bygdini og summi halda hinvegin enntá, at Tórshavnar Kommuna mótarbeiðir vinnulívinum í Kollafirði við at taka byggiloyvi frá virkjum, sum annars høvdu fingið byggiloyvi á havnalagnum.
Jákup Suni Joensen, býráðslimur úr Kollafirði í Tórshavnar Býráð helt, at kollfirðingar mugu venja seg við, at nú eru teir partur í einum stórum apparati, sum melur seinni enn teir eru vanir við, men at rættiliga nógv er í umbúna at gera í Kollafirði í næstu framtíð.
Men at Rólant Christensen ikki er einsamallur um misnøgdina, váttar Hans Jacob Hansen, sum var borgarstjóri í Kollafirði, tá ið lagt varð saman við Havnina.
Hann heldur framvegis, at tað var rætt at leggja saman við Havnina, tí tað fær ikki verið øðrvísi enn at Kollafjørður er betri fyri í eini størri eind.
Men samstundis er hann rættiliga ónøgdur við gongdina í Kollafirði síðani samanleggingina.
?Tá ið hugsað verður um tey lyfti, vit hava fingið, eru kollfirðingar rættiliga ørkymlaðir av gongdini, serliga teir ungu kollfirðinginarnir .
Hann heldur kortini, at framburðurin í Kollafirði er rættiliga nógv tengdur at, hvussu býráðið í Havn er mannað.
?Hevði býráðssamgongan, sum var í Havn fyri kommunuvalið, sloppið at hildið fram við Leivi Hansen sum borgmeistara, eri eg sannførdur um, at nógv meiri var hent í Kollafirði, enn tað er, tí hann vísti seg at hava áhuga fyri Kollafirði, sigur Hans Jacob Hansen.
Hinvegin heldur hann lítið um Býráðið, sum nú er.
? Her er onki hent uttan tað, at havnarlagið er útbygt. Tað er alla æru vert, men havnaútbygging skal ikki blandast uppí raksturin annars, tí hon er fyri seg og hon kemur eisini allari kommununi til góðar.
? Tað skerst ikki burtur, at vit spara Tórshavnar Kommunu ein hóå av pengum við at byggja út í Kollafirði, tí tað ernógv bíligari at byggja havn her, enn tað er í Tórshavn.
Samstundis var hon fyrireikað og farin ígongd fyri samanleggingina . Kollafjarðar kommuna hevði eisini gjørt avtalu við Kloosterboer.

Lovaðu bæði skúla og ítróttarhøll
Av øðrum útbyggingingum er púra onki hent í Kollafirði hesi bæði árini, vit hava verið undir Havnini, sigur Hans Jacob Hansen.
Hann sigur, at kollfirðingar hava leingi lagt stóran dent á at fáa skúlan útbygdan og at fáa ítróttarhøll.
Og tað vóru tvær av útbyggingunum, sum Tórshavnar Kommuna lovaði kollfirðingum, sigur hann.
? Tað er eitt rættiliga stórt vónbrot hjá mongum kollfirðingum, at onki er hent á hasum økinum enn.
Hann sigur, at enntá var borgarafundur í Kollafirði í fjør og tá lovaði Heðin Mortensen okkum, at arbeiðið upp á høllina skuldi byrja í ár, men enn er onki hent.
? Nú hoyra vit, at tað er eitt áhugafelag, sum skal standa fyri byggingina og tað haldi eg er langt úti. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvør hevur hug at standa fyri eini høll í einum áhugafelag.
Hann vísir á, at bæði skúlin og ítróttarhøllin standa niðurfeld í sáttmálanum í millum Tórshavnar Kommunu og Kollafjørð sum ein treyt fyri at leggja saman.
Men hóast tað er onki hent.
Og tað vóru nógv ungfólk í Kollafirði, sum atkvøddu fyri samanlegging mest í teirri vónini, at vit fingu ítróttarhøllina.
?Nú vita vit heldur ikki, hvat tað er fyri høll, vit fáa. Tað, sum lá í kortunum var, at vit skulud hava eina veruliga høll og ikki bara eina venjingarhøll,men nú vita vit ikki. Kollafjarðar Kommuna betaltu eisini í sínari tíð næstan tvær milliónir til projektering og til arkitekt, sum hevði teknað skúla og høll í einum, men tað er skúgvað til viks, hóast skúlamyndugleikarnir høvdu góðtikið tað við onkrum smáum broytingum. Og eg skilji ikki, hvussu Tórshavnar Kommuna fær tað at vera bíligari at byggja tveir bygningar, ein til skúla og ein til høll, heldur enn at byggja alt saman.
Hans Jacob Hansen fýlist eisini á, at ongi grundstykki eru í Kollafirði, so fólk fáa ikki sett búgv í Kollafirði.
?Gamla bygdaráðið hevði nøkur stykki og hevði givið byggiloyvi, men nú noktar Tórshavnar Kommuna fyri at fólk byggja á stykkjunum. Grundgevingin skuldi vera, at onki reinsiverk er til kloakkina, men tað er tað ongastaðni í Kollafirði.

20 milliónir í skatti
Tí harmast Hans Jacob Hansen um, at Tórshavnar Býráð raðfestir Kollafjørð so niðaliga og at hann skillir væl, at nógvir at kollfirðingar eru ørkymlaðir av samanleggingini.
Hann vísir á, at kollfirðingar betala yvir 20 milliónir í kommunuskatti til Havnar um árið. Kollaførður var eisini skuldafrí, so tá ið vit løgdu saman, fekk Tórshavnar Kommuna eitt stórt øki, 20 milliónir um árið í skattakrónu um og harafturat áttu vit fimm milliónir á bók- og onga skuld.
? So fortreytirnar fyri at bygt út í Kollafirði, skuldi avgjørt verið til staðar, leggur Hans Jacob Hansen afturat.