Gamli løgtingsmaðurin taldi 120 bátar

(Rás2) Hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Jógvan Durhuus, fyrrverandi løgtingsmann

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr bátaradio-samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Jógvan Durhuus, sum mong kenna sum fyrrverandi løgtingsmann. Mong kendu eisini Jógvan sum postavgreiðslumann hjá farna almenna stovninum, Postverk Føroya í hinari øldini.

 

Jógvan Durhuus býr á Argjum, men abbadótturin býr í húsinum hann átti í Vestmanna, og tí hevur Jógvan passað sær løðir at vitja í gomlu heimbygdini i samband við, at bátastevna er í Vestmanna.

 

Fyri Jógvan var tað ein vøkur sjón at síggja bátafylgið, og hann taldi 120 bátar í fylginum.

 

Samrøðan við Jógvan Durhuus var eisini afturlítandi, og snúði seg eisini um tíðina tá Jógvan sat á tingi og í landsstýrinum.