Edvard Joensen
Hann býr í einum lítlum húsum uppi í brekkuni, niðan frá matstovuni La Terraza, júst sum í bókini um tann gamla útróðrarmannin, Santiago, sum Ernest Hemingway gjørdi heimsgitnan.
Og tað er einki petti løgið, tí tað er júst tann sama, gamla útróðrarmannin, vit í dag vitja.
Gregorio Fuentes eitur hann og er ikki minni enn 102 ára gamal. Teir mongu, brúnu blettirnir sýna týðiliga elli, hóast húðin ikki er rukkut, sum væntandi kundi verið. Heilsan er góð, og minninum bilar einki, har hann situr í ljósareyðari skjúrtu og myrkabláum buksum við reim um miðuna. Hann er í bláum inniskóm og roykir sigar. Á høvdinum hevur hann kaskett av tí amerikanska slagnum við áskriftini » ?Capitan? Gregorio Fuentes«. Og tá hann skal avmyndast, biður hann um at fáa tráðuna hjá vinmanninum, Hemingway, í hondina.
Á vegginum hanga myndir av Gregorio og Hemingway, og beint yvir stólinum, hann situr í, er ein málningur av teimum báðum hvør sínu megin »Pilar«, bát Hemingways. Á borðinum liggur ein myndabók frá tíðini, tá søgan »Gamli maðurin og havið« varð filmað her í Cojimar.
Vit eru á ferð inn í heimsbókmentirnar. Eitt ævintýr og ein sannleiki hvørt um annað. Her situr ein maður, sum allur heimurin hevur hoyrt ella lisið um. Tað vitnar eisini gestabókin, sum verður løgd fyri tey vitjandi, um. Her hava fólk úr øllum heiminum skrivað í, og nú er eisini ein heilsa á føroyskum komin í bókina.
Men ikki visti húsfólkið, hvar Føroyar eru, so har gjørdist ikki annað enn at skriva positiónina á Koltursnakki. 62N - 07V.
Og gamli skiparin nikkar.
Eg eri Santiago
Alt umhvørvið minnir so mikið nógv um bókina hjá Hemingway, at tað kann eingin ivi vera um, at tað veruliga var her, bókin var til.
Og soleiðis er tað eisini, greiðir Gregorio Fuentes frá. Teir báðir, Hemingway, vóru vinmenn og vóru rættiliga nógv saman tey reiðiliga 40 árini, teir kendust. Gregorio var skipari, og Hemingway átti bát, sum hann fekk vinmannin at føra.
Men tað eru ikki bara upplivingar frá tíðini umborð á »Pilar«, sum báturin hjá Hemingway æt, sum eru grundarlagið undir bókini, eins og filminum, sum kom stutt eftir, sigur Gregorio.
- Bókin byggir á eina veruliga hending, sum fór fram, tá eg var 19 ára gamal.
Gregorio greiðir okkum frá, at hann róði út frá Cojimar. Einsamallur við jollu sum hinir menninir. Men eitt kvøldið kom hann ikki aftur, og menn fóru at leita. Teir funnu skjótt bátin við unglinginum í. Hann var fastur í einum rættiliga stórum marlini, sum hann ikki fekk bast einsamallur. Og so mikið morðgírigur var hann, at hann noktaði blankt at gevast og lata fiskin sleppa.
- Hetta er sera væl lýst í filminum, sigur Gregorio.
Við felags hjálp fingu teir lívið av fiskinum, og søgan um hendan túrin livdi á mannamunni nógv ár eftir, at Hemingway kom til Cuba.
- Sjálvandi hevur hann so lagt aftrat og pyntað upp á søguna. Men eg eri fyrimyndin, sigur hann púra avgjørdur.
Men tað er ikki bara »Gamli maðurin og havið«, sum er vorðin til í hesum umhvørvinum. Eisini »Islands in the Stream«, er sprottin úr upplivingum umborð á Pilar.
Amerikanska sjóverjan var heldur »døllalig« undir seinna heimsbardaga, so amerikanarar settu vanlig fólk at halda vakt og siga frá møguligum týskum kavbátum í farvatninum. Eisini Hemingway og Gregorio vóru vaktarmenn við »Pilar«. Tað var tá, Hemingway fekk kodunavnið »Papa«, sum cubanar enn nevna hann. Gregorio varð nevndur Gregolino.
- Tað var spennandi, men vit sóu ongantíð nakran týskan kavbát, sigur Gregorio Fuentes.
Eisini drongurin
Og Gregorio sigur, at smádrongurin í søguni, eisini er grundaður á hansara egnu lívssøgu.
Gregorio Fuentes er føddur á canarisku oynni Lanzarote í 1897. Men livilíkindini vóru vánalig har á leið um aldaskiftið, og nógvir spaniólar fluttu til Cuba um tað mundið.
Illa man hava staðið til, tí kokkurin á einum av skipunum, sum flutti fólk og farm vestur um hav, hevði seks ára gamla sonin við. Og hesin lítli var eingin annar enn Gregorio Fuentes.
Á ferðini doyði pápin, og skiparin stóð so eftir við ábyrgdini av hesum lítla og ætlaði, sum vera man, at hava hann við heimaftur.
Men ikki talan um. Smádrongurin noktaði púra at fara við aftur. So mikið illa stóð til heima, at hann sum seks ára gamal rýmdi og varð verðandi á Cuba. Har varð hann so í bygdini Cojimar og vaks upp hjá fólki, sum tók sær av honum.
Drongurin í søgu okkara byrjaði eisini ungur at flóta. Og soleiðis var lívið, greiðir Gregorio, gamli, frá. Tað var at sleppa við onkrum, sum hevði hug og tíð at læra teg tað, sum kravdist á floti.
Tó hevur Gregorio Fuentes havt samband við familjuna á Lanzarote. Hann vaks upp á Cuba og byrjaði at vinna pening, sum hann sendi mammuni heim. Og hann hevur vitjað aftur soleiðis av og á. Millum annað var hann til jarðarferðina hjá mammu síni. Men tað eru longu nógv ár síðan, sigur hann.
Men kortini hevur hann verið aftur síðan tá. Seinast var fyri bara trimum árum síðan, tá hann var 99 ára gamal.
- Tað er einki fyri at ferðast nú, flennir hann. Bara sita stillur í einum flogfari nakrar tímar og roykja sigar allan túrin.
Hittust í ódnarveðri
Heimurin kann í grundini takka Gregorio Fuentes fyri, at bókmentir Hemingways yvirhøvur eru til. Tí rithøvundurin kundi tað sama verið sjólátin sum ungur.
- Vit hittust fyrstu ferð í eini caribiskari ódn í 1928, greiðir Gregorio frá. Eg var skipari á einum farmaskipi, og vit vóru á veg norður eftir at lasta timbur. Men ódnin noyddi okkum undir land at kroka. Og undir eini oyggj, nevnd Stóra Skjaldbøkuoyggin, fingu vit eyga á ein stuttleikabát, sum heilt týðiliga var í havsneyð. Vit tóku menninar upp. Ein teirra var ein ungur amerikanari, Ernest Hemingway. Tað var fyrstu ferð, vit hittust, minnist Gregorio Fuentes.
Hemingway segði, at hann ætlaði sær til Cuba og lovaði at koma at vitja Gregorio, tá hann kom. Og soleiðis varð. Teir báðir gjørdust vinmenn fyri lívið. Og tá Hemingway fekk sær egnan bát, bað hann Gregorio til skipara. Og hesum livdi hann so av í ein mansaldur.
Úr havnini í Cojimar hava teir gjørt mangan túrin í Floridasundið. Og tað var eisini her, tær fyrstu upptøkurnar til tann gitna filmin um »Gamla mannin og havið« vórðu gjørdar. Gregorio var eisini við til hesar upptøkurnar, tá teir skuldu fáa ein fisk, sum kundi filmast.
Á rábondunum er tað Gregorio, sum tá var 59 ára gamal, ið berjist við fiskin. Men tá klipt varð, varð Spencer Tracy settur inn.
Eftir at filmsupptøkurnar vóru lidnar, fór Hemingway ein túr til Peru at stuttleika sær og fiska. Hann fekk tó ikki loyvi til at taka »Pilar« við, men mátti leiga sær ein lokalan bát har niðri. Tó slapp Gregorio við sum skipari.
- Og tað gjørdist ein minniligur túrur, greiðir Gregorio Fuentes frá.
Teir fingu ein marlin, sum vigaði heili 1.542 pund, sum var heimsmet. Hetta var í 1956, og metið varð standandi í 40 ár. Ikki fyrr enn í 1996 varð tað tikið frá teimum.
Teir vóru eitt sindur harmir um, minnist Gregorio, at teir ikki fingu ein slíkan jass til filmsupptøkurnar.
Ongantíð kom Gregorio aftur í námind av slíkum fiski, hóast hann saktans hevði møguleikarnar. Hann róði út alt lívið, og 90 ára gamal var hann javnan á floti.
- Tað er helst tí, eg yvirhøvur eri vorðin so gamal, heldur hann.
Hemingway var ein serlingur
Um Ernest Hemingway sigur Gregorio Fuentes, at hann var í ávísan mun øðrvísi enn fólk flest. Eitt sindur sjáldsamur, men tú visti altíð, hvar tú hevði hann. Hann duldi einki.
- Og vit høvdu virðing hvør fyri øðrum. Tí helt vinalagið so væl, sigur Gregorio.
Har varð einki fjalt, greiðir Gregorio frá. Sjálvur visti hann rættiliga tíðliga av, at Hemingway hevði fingið staðfest krabbamein í blóðinum. Og hann visti eisini, sigur hann frá, at Hemingway ætlaði at taka lívið av sær. Og tað gjørdi hann so eisini.
Gregorio Fuentes leggur aftrat, at yngsti sonur Hemingways er uppkallaður eftir sær. Han eitur Gregory.
Ernest Hemingway flutti seinast í tríati árunum til Cuba, har hann búsettist. Hann hevði verið í spanska borgarakrígnum sum »krígskorrespondentur« og hevði nú brúk fyri einum staði, har hann kundi vera í friði. Hann skuldi hugsa og skriva, sum hann sjálvur tók til.
Frá ferðum, hann fyrr hevði verið á Cuba, hevði hann lært at virða tann caribiska lívsháttin, sum ivaleyst passaði honum væl. Fólk fóru ikki so harðliga av stað her, sum tey gjørdu í USA.
Og Hemingway helt til á kenda hotellinum Ambos Mundos í gamla Havana. Hiðani er ikki langt til vertshúsini El Floridia longri uppi í Calle Obispo ella tað lítla, meira intima, La Bodegita del Medio, sum liggur beint við ta kendu dómkirkjuna.
Seinni keypti hann bóndagarðin Finca Vigía, sum liggur stutt uttan fyri Havana.
Har helt hann so hov, og tað segðist ikki at ganga stillisliga fyri seg. Onkur av gestum hansara hevur seinni umrøtt hann sum ein mann »við ávísum perfidum eginleikum.«
Tá Hemingway í 1954 fekk Bókmentavirðisløn Nobels, ognaði hann cubanska fólkinum medaljuna, sum fylgdi við.
Hóast hann ikki lat politiska lit sín vera ov sjónligan, er greitt, at honum dámdi ikki Batista stýrið.
Og tá Batista varð rikin frá valdinum í 1959, skuldi Hemingway siga, at: »?har hvarv ein horuungi«.
Hvat Hemingway helt um Fidel Catro og hansara stýri, veit helst eingin. Nú doyði Hemingway rímuliga skjótt eftir, at Castro hevði tikið valdið, so hann fekk kanska ikki tíð at síggja, hvat tað varð til.
Men teir hittust tó einaferð, Castro og Hemingway báðir. Tað var til eina fiskikapping í Havana, sum Fidel annars vann.
Hinvegin verður sagt, at Fidel Castro dámdi væl Hemingway. Og sagt verður, at meðan hann krógvaði seg í fjøllunum undir partisankrígnum móti Batista, plagdi hann hava til dagdvølju at lesa bøkurnar hjá Hemingway. Serliga skuldi honum dáma væl »Gamla mannin og havið«.
Museo Hemingway
Í dag er bústaður rithøvundans vorðin til »Museo Hemingway«.
Taxabilurin steðgar við portrið nakað væl frá sjálvum húsunum. Ein eldri kvinna kemur og spyr, hvussu nógv vit eru. Førarin sigur henni á sponskum, at her er danskur ferðamaður, sum vil síggja savnið.
- Tað verða tríggir dollars, svarar onnur kvinnan, sum komin er til bilin. Ein ung, reyðhærd »kanin« við stórur revolvara í beltinum.
Eg hvøkki við. »Guð viti, hví hatta er neyðugt?«
Og har sær út, sum tað gjørdi, tá Hemingway fór haðani í 1960. Ein herur av miðaldrandi kvinnum syrgir fyri, at eingin, sum ikki vil rinda fimm dollarar fyri hvørja mynd, sleppur at taka myndir inni í húsinum. Uttan fyri ber til at avmynda, sum einum lystir.
Men tað er inni, tað er rættiliga áhugavert. Uniformurin, Hemingway hevði í spanska borgarakrígnum, hongur á akslatrænum. Skógvarnir standa í beinum rað á gólvinum. Veggirnir eru avtiknir av djórahøvdum, sum hann hevur veitt ymsastaðni á Jørðini. Bókahillarnar eru fullar av bókum, og gamla skrivimaskina hansara er eisini at síggja á eini hill. Og á vegginum beint yvir skriviborði hansara hongur eitt stórt búfflahøvd og gløðir illsliga at tær.
Eg biði um loyvi at taka tvær myndir. Tað er í lagi, men einki blitz. Okay, tað er ljóst inni, so tað fer kanska at eydnast kortini.
Tá myndirnar eru tiknar, tekur ein av kvinnunum ein tráleysan Storno sendara og sigur eitthvørt, sum verður svarað beinanvegin. Eg skilji, tá eg komi aftur til portvaktirnar, at har er rapporterað, at eg havi tikið tvær myndir, og tær verða so 10 dollarar goldnar fyri til ta reyðhærdu. »Tenga«.
Men tað er tó eisini spennandi at ferðast í garðinum uttan um húsini. Báturin »Pilar« er settur til framsýningar, hóast ein ikki sleppur umborð. Men opið er, og brúgv gjørd soleiðis, at væl ber til at kaga innar.
Og við síðuna av svimjihylinum er ein heilur kirkjugarður, har fýra av hundum Hemingways liggja grivnir. Við gravsteini og tí heila.
Alt er tilgrógvið við pálmum og ymsum tropiskum plantum. Mær rennir í hug søguna um tiltikna skiparan av Tvøroyri, sum var farin uttanlands við slupp at selja lastina. Ivaleyst hevur hann hildið seg verið langt heiman, og ikki líktust umstøðurnar teimum, hann var vanur við í Valinum. So hann sendi soljóðandi fjarrit úr lýkkuni:
»Her sejler vi under palmer og bananer, men hvad laver I .....huse i Tverå?«.
Jú, ikki var sørt, tá hugt varð upp undir kokosnøtirnar í erva, at hugurin leitaði til fjallmenninar har heima, sum nú kanska sótu við naglakulda Undir Rókunum og bíðaðu eftir gonguni úr Øksnadali her stutt fyri veturnætur.
Fall fyri egnari hond
Ernest Miller Hemingway varð føddur í Oak Park í Illinois í USA tann 21. juli 1899.
Tá hann hevði fingið staðfest krabbamein í blóðinum - leukæmi - flutti hann av Cuba aftur til USA. Men skjótt ásannaði hann, at sjúkan ikki var lekilig, og hann ætlaði ikki undir ein harðan, uppslítandi bardaga, sum hann framman undan helt seg fara at tapa. Hann valdi at falla fyri egnari hond.
Í heimi sínum í Ketchum í Idaho setti hann 2. juli 1961 ein revolvara fyri pannuna og trýsti á stillipinnin. Honum restaði knappar tríggjar vikur í at gerast 62 ára gamal.
Men í einum lítlum húsum uppi í brekkuni, niðan frá matstovuni La Terraza í Cojimar býr ein gamal maður, sum livir við minnunum um heimsgitna rithøvundin Ernest Hemingway. Gamli bjargingarmaðurin, vinmaðurin og skiparin, Gregorio Fuentes.
Hann er maðurin, sum var fyrimyndin í heimsgitnu skaldsøguni, sum fær heilt nýggja meining, tá tú lesur hana einaferð aftur í tí umhvørvi, hon varð skrivað.
Tann veruligi »Gamli maðurin«.